Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri Íslands, lovar, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni um framhaldandi samráðingar við ES.

Forsætisráðfrúan: Roynt verður at skapa ósemju um ES

Kristrún Frostadóttir sigur, at politiskir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja út, sum um fólkið er grundleggjandi kloyvt um fólkaatkvøðuna. Verður úrslitið nei, verða ætlanirnar um íslendskan ES-limaskap lagdar til viks.

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri Íslands, lovar, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni um framhaldandi samráðingar við ES.

Íslendski forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, vísir aftur, at komandi fólkaatkvøðan um framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið.

 

Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár.

 

Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar at økja um mótsetningarnar, tí teir halda, at hetta kann gagna teimum og teirra politiska endamáli.

 

– Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd av vreiði og øsing, hóast summir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja soleiðis út, segði hon.

 

Minni øsing enn undir vanligum valstríði

 

Forkvinnan í Sjálfstæðisflokkinum, Guðrún Hafsteinsdóttir, segði í sjónvarpssendingini Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum.

 

Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini.

 

Hon heldur tvørturímóti, at kenslurnar millum fólk eru minni uppøstar enn undir einum vanligum altingsvali, tá politisku flokkarnir kappast og veljararnir býta seg millum ymiskar fylkingar.

 

– Fólkið í landinum veit, hvat tað ger, og er ført fyri at umrøða málið við skili og taka sína egnu avgerð, segði forsætisráðfrúan.

 

Hon legði afturat, at veljararnir ikki eiga at lata politiskar leiðarar seta seg í ávísar básar ella villleiða seg um, hvat fólkaatkvøðan í veruleikanum snýr seg um.

 

Virðir eitt nei

 

Fólkaatkvøðan snýr seg um, hvørt Ísland skal halda fram við samráðingunum um limaskap í Evropeiska samveldinum.

 

Kristrún Frostadóttir segði, at hon sjálv heldur, at Ísland nú hevur møguleikar at fáa ein góðan sáttmála við ES. Men hon lovaði samstundis, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni.

 

Verður úrslitið nei, verða allar ætlanir um íslendskan ES-limaskap lagdar til viks, segði hon.

 

Í so falli væntar forsætisráðfrúan, at politisk semja kann fáast um í staðin at styrkja EBS-sáttmálan og tryggja, at Ísland lýkur tær skyldur, sum landið hevur átikið sær sambært sáttmálanum.

 

– Um fólkið ikki ynskir at fáa ein limaskapssáttmála á borðið, er betur at verða heima enn at fara avstað, segði hon.

 

Verður úrslitið hinvegin ja, fer Ísland sambært Kristrún Frostadóttir við uppreistari pannu til samráðingar og fer at standa saman um at fáa ein so góðan sáttmála sum gjørligt fyri landið.

 

Vísti á søguligar ósemjur

 

Í røðuni umrøddi forsætisráðfrúan eisini fleiri av stóru ósemjunum í íslendskari søgu, millum annað kristningina, ófriðin í Sturlungatíðini og trúbótina.

 

Ósemjurnar hava ofta verið harðar, men tað hevur kortini verið møguligt at loysa tær við avgerðum hjá meirilutanum, segði hon. Avgerandi er, hvussu samfelagið arbeiðir víðari eftir, at ein avgerð er tikin.

 

– Standa vit eftir sum eitt fólk í einum landi, ella missa vit fótafestið og lata gamla ósemjudjevulin fáa valdið? spurdi Kristrún Frostadóttir.

 

Kelda: RÚV

 

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri Íslands, lovar, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni um framhaldandi samráðingar við ES.