Løgreglan hevur staðfest, at einki revsivert ella illgrunasamt fór fram í Fuglafirði týsdagin, tá ein persónur varð funnin lívleysur.
Tað var stutt fyri klokkan 13 týsdagin, at løgreglan fekk boðini. Stórt løgreglulið fór á staðið og gjørdi kanningar. Vegurin varð stongdur í fleiri tímar, og fólk sluppu ikki til hús.
Løgreglan hevur hildið kortini sera tætt at kroppinum síðani og hevur einki sagt við fjølmiðlarnar um málið. Í morgun las vaktleiðarin eini boð frá leiðaranum á kanningardeidlini fyri fjølmiðlum, har hann segði soleiðis:
»Í sambandi við hendingina í Fuglafirði týsdagin, tá ein persónur varð funnin lívleysur, hevur politiið gjørt eitt umfatandi kanningararbeiði fyri at lýsa málið.
Niðurstøðan er, at einki illgrunasamt ella revsivert er farið fram, og politiið hevur steðgað kanningararbeiðinum. Politiið hevur ikki meira um hetta málið«.











