Um 12-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp í Havn. Í sambandi við at ein bilur skuldi snara, kom hann ov nær einum øðrum bili, sum koyrdi framvið. Eingin fólkaskaði var.
Um klokkan 14.30 rendu tveir bilar saman á landsvegnum við Vatnsoyrar. Eingin fólkaskaði var, men báðir bilarnir fingu stóran materiellan skaða og máttu flytast av staðnum, tí teir vóru ikki koyrandi.
Um klokkan 15.30 komu grindaboð úr Kaldbak. Tá ið nærri varð hugt, vísti tað seg at vera springarar, og tí varð einki gjørt við tað.
Um 20-tíðina var ein leigubilur komin ov langt út á vegjaðaran á Langasandi. Høgra hjólið fór út av vegnum og niður í veitina, og bilurin mátti hava hjálp fyri at sleppa uppaftur.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um ein bil, har illgruni var um rúsdrekkakoyring ella koyring ávirkað av narkotika.
Løgreglan fór at leita og fann bilin, men eingin førari var á staðnum. Av tí at fráboðarin var dulnevndur, bar ikki til at fáa fleiri upplýsingar, og tí varð ikki gjørt meira við málið.











