Noah hevur brotið beinið

HB miðvallarin verður ikki við næstu vikurnar

Mynd: HB

Tað eru lítið hugalig tíðindi, sum HB borðreiðir við í morgun. Álitismaðurin á miðvøllinum bæði í fjør og í ár hevur verið Noah Mnenéy, men hann verður ikki á HB liðnum næstu vikurnar.

 

HB skrivar soleiðis:

 

Noah brotið beinið

 

Í dystinum ímóti B68 kom Noah illa fyri. Hann var skiftur út, og røntgenkanningar vísa, at hann hevur fingið eitt brot á høgra bein, beint undir knænum.

 

Hann skal binda frið komandi vikurnar, áðrenn endurvenjingin fer í gongd.

 

Noah var stuðlaður av vøllinum av liðfeløgum og hjálparfólkum eftir nærdyst, sum kostaði Sebastian Lau Nielsen hjá B68 reytt kort fyri takling inn á fótliðin.

 

Noah Mnenéy hevur seinastu tíðina verið fastur maður í landsliðshópinum. Nú verður hann ikki tøkur, tá ið Eyðun Klakstein seinni í hesum mánaðinum fer at úttaka landsliðshópin.

 

Mynd: HB