Veðrið hevur so nógv at siga fyri summartiltøkini, men nú fleiri tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, kann eingin klaga.
Á ovastevnu í Nólsoy í dag hevur veðrið verið gott, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld.
Ternan hevur siglt um fjørðin við nógvum fólki.
Tey, sum fóru út til Nólsoyar um 19-tíðina í kvøld, fingu at vita, at skipið hevði siglt fult fleiri túrar í slag.
Tá náttin nærkast er vanligt, at fleiri, sum eru komin út til Nólsoyar í góðari tíð um dagin, leita sær heimaftur.
Oftast er hetta eftir felagssangin ella so.
Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast.
Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at fáa allar gestirnar heimaftur, tí gestirnir í Nólsoy á ovastevnu fylla vanliga uppí fleiri skip.
Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

















