- Forsætisráðharrin torir ikki at nevna Føroyar

Helst er hon bangin fyri at elva til ónøgd

Í einari røðu upp á 33 síður nevndi danski forsætisráðharrin í dag einans nakrar fáar setningar um Føroyar, og tað hevur fingið føroyska fólkatingsmannin, Sjúrð Skaale, at undrast á, hví so man vera.

 

- Antin er einki at siga, ella er hon bangin fyri at nevna tað viðbreknu støðu, sum Føroyar og Danmark eru í í dag, sigur Sjúrður Skaale. 

 

Fólkatingið bleiv sett í morgun, og sum vant helt forsætisráðharrin  røðu. Tað var lítið, sum Helle Thorning-Schmidt hevði at siga um Føroyar í dag. Hon segði, at Danmark samstarvar við Føroyar í málinum um handilsforðingarnar hjá ES. Og enn einaferð endurtók Helle Thorning-Schmidt, at Danmark roynir at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið fyri at loysa sildatrætuna.

 

At forsætisráðharrin ikki nýtti meira orku upp á at umrøða Føroyar og sambandið millum Føroyar og Danmark í hesum døgum, heldur Sjúrður Skaale vera ógvuliga sigandi. 

 

- Eg sigi ikki, at tað er rætt ella skeivt, men tað er í øllum førum ógvuliga sigandi, sigur føroysku fólkatingsmaðurin í kvøld. 

 

Hann vísir á, at forsætisráðharrar vanliga ikki siga nógv um sambandi millum Føroyar og Danmark, men júst í hesum døgum er støðan í Ríkisfelagsskapinum heldur óvanlig. Orsøkin er sjálvsagt sildatrætan og handilsbanni móti Føroyum. 

 

- Í hesum døgum er nógv at siga. Vit hava eina stóra ósemju millum londini, har Danmark og Føroyar stríðast beint ímóti hvørjum øðrum. Tað átti ein forsætisráðharri at kunna sagt nógv um, men allarhelst er hon bangin fyri at blæsa til okkurt, sum kann skapa ónøgd, sigur Sjúrður Skaale. 

 

Hósdagin skal røðan hjá forsætisráðharranum viðgerast, og tá ætlar Sjúrður Skaale sær at vísa á tað mest áhugaverda við røðuni út frá einum føroyskum sjónarhorni - nevniliga, at Føroyar so at siga ikki eru nevndar.