Forskúlar í leysum lofti

- Enn er í øllum førum lítið fyri ikki at siga onki komið fram, ið bendir á, at evsti myndugleikin á økinum, Mentamálaráðið, hevur gjørt sær ella ætlar at gera sær nakrar sjálvstøðugar hugsanir um, hvørt vit yvirhøvur skulu hava forskúlar og hví, og hvat tað pedagogiska innihaldið í teimum í so fall skal vera.

Tað sigur Pedagogfelagið, sum á heimasíðu felagsins eftirlýsir grundgevingar fyri og ætlanir við at seta á stovn forskúlar.

Pedagogfelagið reisti fleiri spurningar um forskúlar á fundi við landsstýrismannin í mentamálum í apríl, og hevur nú fingið svar úr Mentamálum.

- Eg má siga, at eg eftir positiva fundin, vit høvdu við Bjørn Kalsø í apríl, hevði væntað mær eitt betri og meira fullfíggjað svar upp á henda fyrispurningin. Svarið peikar aftureftir og sigur onki um, hvussu, hvar og nær okkara fakligheit kemur inn í myndina, og har stendur ikki eitt orð um dagstovnaráðið, ið landsstýrismaðurin annars munnliga hevur lovað okkum at fáa at virka, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, við heimasíðu felagsins.

Eitt vælvirkandi dagstovnaráð, hvørs fremsti leiklutur er at ráðgeva og tilmæla í pedagogiskum spurningum, er sambært Maud Wang Hansen ein avgjørd fortreyt fyri yvirhøvur at tosa um forskúlar.

Sambært Pedagogfelagnum eru ongar ábendingar um, at Mentamálaráðið sær tað sum sína skyldu at taka stig til eitt grundleggjandi kjak um, á hvørjum pedagogfakligum støði forskúlarnir skulu skipast.