Framsýning
Í dag lata Sámal Erik Djurhuus og Anette Sonne, sum hava blómuhandilin, Orkis á
Glyvrum, upp framsýning í kjallaranum í handilshølunum. Hetta er ein
forvitnislig og áhugaverd framsýning, har tú sært stóra úrvalið av teimum vørum,
handilin selir og tey mongu hugskotini, sum Orkis borðreiðir við. Hugflogið er
stórt, og vørurnar fjølbroyttar. Hetta eru serliga nýggjar heystvørur og
heystlitir, sum tey rópa tað.
Orkis er ein blómuhandil, sum hevur út við 20 ár á baki. Handilin hevur lagt
seg eftir at fylgja "mótanum" og árstíðunum, bæði við sniðum og litum.
Men Orkis er meira enn ein nógv eftirspurdur blómuhandil. Har fært tú eisini
alskyns vasar og pottar, bæði stórar og smáar, tú fært lampur, hillar, myndir í
rammu og innbúgv av ymiskum slagi, umframt mangt annað, sum torført er at seta
røttu orðini á.
Framsýningin er skipað saman við klædnahandlinum, Shop-In, sum er í sama
bygningi. Í hugnaliga kjallaranum standa "dukkur" í klæðum, sum Shop-In selir,
og hetta eru mótaklæði við rætta sniðinum og litunum, sum er frammi í dag.
- Hetta er ikki ein jólaframsýning, tí hon byrjar umleið hálvan november, men
vit kunnu siga, at hetta er ein "forsmakkur" í so máta, sigur Sámal Erik
Djurhuus.
Hugskot
Anette Sonne sigur, at framsýningin er líka sum ætlað fólki, ið leita sær eftir
hugskotum og samansetingum av ymiskum slagi.
Í kjallaranum er gamalt og nýtt, hvørt um annað, og her fært tú hugskot um,
hvussu tú t.d. kanst skipa ein hugnaligan krók í stovuni ella aðrastaðni við
møblum, hillum, lampum, vasum, myndum og blómum.
- Alt er til sølu, sum vit hava frammi, men málið við framsýningini er líka so
nógv at geva fólki ymisk hugskot, sigur Anette.
Tá ið framsýningin letur upp í dag, verða eisini blómubindingar av ymiskum
slagi at síggja.
Litirnir, sum eru nógv frammi í heyst, eru eitt nú brút, grønt, ráðhvítt og
svart.
Framsýningin hjá Orkis varar eina viku til 10 dagar. Hesa vikuna verður opið í
dag, hósdagin og fríggjadagin frá kl. 9-19 og leygardagin frá kl. 9-15.
Sunnudagin verður eisini opið frá kl. 15-19. Orkis hevur ikki vanliga opið
sunnudagar ? uttan, tá ið okkurt serligt er á skránni og í desember, tá ið
jólini nærkast.
Pakkaloysnir
Orkis er ikki bara ein handil sum aðrir handlar, men tey taka sær eisini av at
gera blómubindingar, borðpynt og annað til eitt nú veitslur, brúdleyp,
føðingardagar og onnur høvi, tá ið fólk velja at gera meira burtur úr enn
vanligt.
- Vit bjóða eisini viðskiftafólki "pakkaloysnir", har vit fara út at pynta og
hava eitt nú blómur, stakar, dúkar og vasar við sjálvi, sigur Anette Sonne.