Fótbóltslandsliðið boðið til Baltic Cup

Baltic Cup er partur av altjóða A-landsdystum millum baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við.

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum er boðið við til Baltic Cup 2024.

 

Mánadagin fer Håkan Ericson á tíðindafundi at greiða frá kappingini, at kunngera hópin til Baltic Cup 2024.

 

Baltic Cup er partur av altjóða A-landsdystum millum baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við.

 

Baltic Cup verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. og 4. plássið á skránni.

 

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Í Tallinn í Estlandi spæla Estland og Føroyar, og í Riga í Lettland møtast Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða týsdagin 11. juni.