Fótbóltspanelið hjá Rás2 í dag varð mannað av Leivuri Frederiksen, Kringvarpið, og Teiti Joensen, fyrrverandi Dimmalætting. Teir vóru samdir um, at málið hjá Zlatan Ibrahimovic móti Onglandi í einum venjingardysti í fjør er tað besta av teimum tíggju, sum eru útnevnd av FIFA til FIFA Puskas Award. FIFA Puskas Award fer til tað besta málið, sum er skotið farna árið.
Til ber at hoyra sendingina við at trýsta á pílin undir myndini.
Leivur Frederiksen og Teitur Joensen gjørdu eisini eina meting av málunum á einum skala, frá 1 til 10, har 1 er tað vánaligasta av teimum bestu, meðan 10 er tað besta av teimum bestu.
Til ber at síggja málini við at trýsta her.
Útvaldu FIFA Puskas Award málini:
1. Daniel Ludueña (27. juli 2013) Pachuca CF v. Tigres UANL – Apertura Meksiko
(Leivur Frederiksen 6 – Teitur Joensen 7)
2. Nemanja Matić (13. january 2013) SL Benfica - FC Porto – Liga Sagres
(Leivur Frederiksen 8 – Teitur Joensen 6)
3. Juan Manuel Olivera (28. august 2013) Nautico v. Sport Recife – Copa Sudamericana
(Leivur Frederiksen 7 – Teitur Joensen 8)
4. Lisa De Vanna (1. juni 2013). Sky Blue FC v. Boston Breakers – NWSL
(Leivur Frederiksen 5 – Teitur Joensen 5)
5. Neymar (15, juni 2013) Brasil - Japan – FIFA Confederations Cup
(Leivur Frederiksen 4 – Teitur Joensen 2)
6. Antonio Di Natale (7. april 2013) Udinese Calcio - AC Chievo Verona – Serie A
(Leivur Frederiksen 9 – Teitur Joensen 9)
7. Peter Ankersen (10. august 2013). Esbjerg fB - AGF - SAS Ligaen (Danmark)
(Leivur Frederiksen 8 – Teitur Joensen 8)
8. Zlatan Ibrahimović (13. november 2012) Svøríki - Ongland – Altjóða venjingardystur
(Leivur Frederiksen 10 – Teitur Joensen 10)
9. Louisa Nécib (17. mars 2013) Lyon v. AS Saint-Etienne - D1 Féminine
(Leivur Frederiksen 1 – Teitur Joensen 1)
10. Panagiotis Kone (16. desember 2012) SSC Napoli - Bologna FC 1909 – Serie A
(Leivur Frederiksen 7 – Teitur Joensen 9)
Leivur Frederiksen topp 3:
1. Zlatan Ibrahimovic, 10
2. Antonio Di Natale, 9
3. Nemanja Matic, 8
Teitur Joensen topp 3:
1. Zlatan Ibrahimovic, 10
2. Antonio Di Natale, 9
3. Panagiotis Kone, 9