Fótbóltspanelið: Status Quo í tippingini

(Tipping) HB verður nýtt oddalið í landskappingini sambært Fótbóltspanelinum

Tað er framvegis Ólavur Larsen, sum er á odda í tippikappingini hjá Fótbóltspanelinum, sum er at hoyra seinnapart fríggjadag á Rás2. Farna umfar broytti einki, tí allir fingu bara fýra stig. Serliga vóru tað sigarnir hjá AB og B68, sum vóru óvæntaðir.

 

Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 í dag frá klokkan 16.05

 

Ongin tippaði rætt úrslit. Allir høvdu tó útfallið í dystunum millum HB og Skála í Gundadali og NSÍ og B36 í Runvík rætt.

 

HB verður nýtt oddalið

 

Fótbóltspanelið er ikki í iva um, at HB verður nýtt oddalið, tá 10. umfar er spælt. teir meta allir at Víkingur vinnur á B36, sum annars ongan dyst hevur tapt hetta kappingarárið.

 

Somuleiðis vænta teir, at HB vinnur gamla klassikaran á KÍ. Tað eru allir samdir um.

 

Her er tippingin fyri 10. umfar.

 

Ólavur Larsen:

KÍ - HB 1-2

Skála - EB/Str 1-1

AB - NSÍ 1-1

Víkingur - B36 2-1

B68 - ÍF 0-1

 

André Olsen:

KÍ-HB 1-3

Skála-EB/Str 1-2

AB-NSÍ 0-2

Víkingur-B36 2-1

B68-ÍF 1-2

 

Teitur Joensen

KÍ-HB 0-2

Skála-EB/Str 2-3

AB-NSÍ 1-0

Víkingur-B36 3-1

B68-ÍF 1-4

 

Stigatalva:

1. Ólavur Larsen 48 (Stig)

2. Teitur Joensen 36

3. André Olsen 35

 

Rætt úrslit = 5 stig

Rætt útfall = 2 stig

 

10. umfar í Effo-deildini:

Sunnudagin:

AB – NSÍ (15.00)

Víkingur – B36 (15.00)

KÍ – HB (15.00)

Skála – EB/Streymur (15.00)

Mánadagin:

B68 – ÍF (19.00) Beinleiðis á Rás2