Amerikanska tíðindamiðil Fox News varpar í dag ljós á grindadráp í Føroyum eftir, at miðilin hevur fingið myndir frá Sea Shepherd limum frá grindadrápum í summar.
- Ræðuligar myndir latnar Fox News vísa hópdrápi av hvalum og delfinum í eini røð av grindadrápum í sjónum kring Føroyar í summar, skrivar Fox News.
Við miðilin siga Sea Shepherd limirnir, at teir tóku lut í einum loyniligum átaki á landi, ið hevði til endamáls at skráseta øll grindadráp í einum tíðarskeiði frá juli til september í ár. 18 limir hjá felagsskapinum hava tikið lut í átakinum.
Føroyskir myndugleikar eru í greinini spurdir um grindadráp, og brúki millum annað høvi at vísa á, at grindadráp er burðardygt.
Til ber at lesa alla greinina við at trýsta á her.