At velja sær út nøkur ávís ting, ið ikki eru eins góð og hini, gevur ikki eina rættvísa mynd búviðurskiftunum, heldur Heðin Lamhauge, sum beinanvegin er uppsettur at fáa nøkur fakta á borðið.
- Har eru tilsamans 24 kømur, har helvtin er einkultkømur, og hin helvtin er dupultkømur. Samlaða støddin er 800m2, sum er áleið fimm sethús. Í húsunum eru 12 baðiverilsir, sjey køkar, sjey sett av vaskimaskinum og turkitrumlum, so við fasilitetunum er lagt upp til, at tað eru millum tvey til trý kømur til hvønn køk og vesi, sigur Heðin Lamhauge.
Fleiri av kømurunum eru fyrr brúkt til ferðavinnuna, tá Gistingarhúsið Skansin átti bláu húsini.
- Tey eru stór 20m2 kømur, sum hava gott útsýni og eru mitt í Havnini. Tey eru ordiliga góð kømur, sigur Heðin Lamhauge.
Rímiligar umstøður sum arbeiðsbústaður
Eitt, sum gongur aftur hjá Heðini Lamhauge, er, at talan er um arbeiðsbústaðir, og altso ikki vanligar bústaðir. Hetta er sostatt ikki at meta sum ein permanent loysn hjá rumenunum, men nakað, ið er fyribils, meðan teir avgreiða arbeiði í Føroyum, sigur Heðin Lamhauge.
- Sum arbeiðsbústaður, so haldi eg, at nøkur kømur, kanska helvtin, eru heilt góð. So eru hini, sum eru "ok" sum arbeiðsbústaður. Har mangla ikki nakrir fasilitetir. Tú kanst siga, at talan er um ein eldri standard, tí húsini eru frá 70'unum ella har á leið, og okkurt er so renoverað síðani, sigur Heðin Lamhauge.
Kømurini skulu ikki síggjast sum fastur bústaður, men nakað, ið er beinleiðis tengt at arbeiðinum, ta tíð tað arbeiðið gongur fyri seg. Heðin Lamhauge samanber tað við, at ein sandoyingur fær sær kamar í Havn, tí at arbeiði skal gerast har. Av tí, at hesin hugsaði sandoyingurin hevur húsarhald í Sandoy, slepst undan at hava dupult húsarhald við at leiga sær kamar í Havn.
Birta Biskupstø, forkvinna í leigunevndini, greiddi annars frá í Degi & Viku týskvøldið, at í leigulógini eru ikki serligar ásetingar um, hvat ein arbeiðsbústaður er, so reglurnar í leigulógini eru galdandi fyri bústaðirnar í Jekaragøtu eisini.
- Hetta er 100 prosent tengt at einum arbeiði, sum tú kemur til fyribils, meðan tú hevur annan bústað. Hetta er ikki ein fastur bústaður, sigur Heðin Lamhauge.
Summir av rumenunum, ið Sosialurin hevur verið í sambandi við, hava tó verið í Føroyum í upp til fýra ár.
Úr 1700 upp í 2000 krónur um mánaðin
Í frágreiðingini varð staðfest, at leigan var stutt síðani farin upp úr 1700 krónum upp í 2000 krónur um mánaðin fyri dupultkamar, meðan einkultkømurini fóru upp á 2300 krónur.
Í frágreiðingini stóð eisini at lesa, at tá hann varð spurdur um húsaleiguna, hevði Heðin Lamhauge uppgivið gomlu húsaleiguna ístaðin fyri ta nýggju. Hann varð síðani spurdur, um húsaleigan ikki júst var farin upp, og hetta játtaði hann.
Húsaleigan er tó rímilig í mun til staðseting og slag av bústaði, heldur Heðin Lamhauge.
- Marknaðarprísurin er um 60 prosent hægri, enn hvat vit taka fyri har. Hvør maður hevur rindað 1700 krónur um mánaðin fyri einkultkømur, og nú er tað farið upp á 2300. Marknaðarprísurin fyri tað er kanska 3500 til 3800 krónur um mánaðin fyri líknandi mitt í býnum. Tá tað er dupultkamar, so skal hvør persónur gjalda 2000 krónur.
Tá spurdur, um hann metir, at ein føroyingur hevði goldið 2000 krónur fyri at ligið í kamari saman við onkrum øðrum, sum kanska var ein tilvildarligur fremmandur, vísir Heðin Lamhauge bert til kostnaðarstøðið á bústaðarmarknaðinum í Havn.
- Nei, tað havi eg ikki sagt. Tað, sum eg sigi, er, at um hesir rumenarnir fara út á frá marknaðin, so fáa teir bara einkultkømur. So skulu teir av við 3500 til 3800, kanska upp í 4000 krónur um mánaðin.
Heðin Lamhauge leggur aftrat, at í helvtini av dupultkømurunum liggja kona og maður, og annars eru tað feðgar ella tveir, sum kennast.
- Teir ynskja hetta fyri at halda kostnaðinum niðri. Hetta er eitt tilboð, sum vit bjóða teimum, men teimum stendur frítt at finna okkurt annað.
Hevur ikki trýmanskømur
Eitt, sum varð víst á í frágreiðingini, var, at tríggjar mans búðu saman í einum lítlum kamari á 10-12 m2. Heðin Lamhauge ásannar, at tað er komið fyri, at tríggjar mans hava ligið á sama kamari, men at hetta hevur verið fyribilsloysnir, tá fleiri menn eru komnir til Føroyar, enn Heðin Lamhauge visti av.
- Tað, sum er hent av og á, er, at tá onkur er komin aftur úr Rumenia, so hevur viðkomandi tikið konuna ella ein annan persón við, sum eg ikki havi vitað av. Tá havi eg ikki viljað sent tey avstað aftur, og so hava vit funnið eina fyribilsloysn - kanska í nakrar vikur - til eitt annað kamar verður tøkt.
Tað er nokk so høgur dynamikkur aftur og fram, og alt avhongur av tí arbeiði, sum er í ger í Føroyum í løtuni. Onkuntíð syrgja aðrir arbeiðsgevarar fyri pappírunum hjá rumenunum, og Heðin Lamhauge sigur seg sostatt ikki vita, at hesi koma.
- Men eg havi ikki eitt tað einasta trýmanskamar, sigur Heðin Lamhauge.
Talan var sostatt eisini um eitt undantak, tá tað í frágreiðingini stóð, at einir feðgar búðu millum ventilatiónsanleggið á einum ovasta lofti.
- Eg ætlaði ikki, at nakar skuldi búgva har. Men tað er so brúkt í nakrar vikur, meðan vit bíðaðu eftir einum øðrum kamari. Faktiskt, so dámdi teimum so væl, hasir feðgarnir, at teir vildu vera verandi har inni. Tað vildi eg so ikki, og teir hava fingið eitt kamar. Hatta var eitt undantak, sigur Heðin Lamhauge, sum eisini vísir á, at loftsrúmið er isolerað og hevur egið vesi, tí at tað hevur áður verið brúkt í ferðavinnuni.
Prosentgjald fyri arbeiðsmegi
Í frágreiðingini stendur at lesa, at fyritøkur skulu gjalda eitt ávíst gjald til Firmport av lønarútreiðslunum fyri rumensku arbeiðsmegina, ið Firmport syrgir fyri.
Ítøkiliga verður víst á, at 18 ella 19 rumenar eru í starvi hjá Húsavarðatænastuni, og at Húsavarðatænastan skal gjalda Firmport eitt gjald fyri hvønn av fyrstu átta tímunum, ið arbeitt verður hvønn dag.
Í frágreiðingini skrivar Liljan Weihe, at keldur høvdu greitt henni frá, at gjaldið lá um 12 prosent av lønarútreiðslunum.
So líkatil er tað tó ikki, sigur Heðin Lamhauge og vísir á, at bæði gjald og umstøður eru meira samansett enn eitt flatt gjald á 12 prosent.
Fyri tað fyrsta er gjaldið bert galdandi fyri teir, ið eru í starvi hjá Firmport, og sum síðani "vikariera" í øðrum fyritøkum. Firmport er knýtt at umleið 70 rumenum, men bert 15 teirra fáa í løtuni løn frá Firmport, og sostatt umfatar tímagjaldið bert teir.
Fyri tað næsta er gjaldið gjaldið eittsiffrað, vil Heðin Lamhauge vera við, uttan at vilja upplýsa neyvt hvat gjaldið er. Hartil er gjaldið ikki nóg væl lýst í frágreiðingini, heldur hann.
- Um vit siga, at gjaldið er 12 prosent - hóast tað ikki er tað - so fylgja nakrar pliktir við sum arbeiðsgevari. Nakrar útreiðslur. Har eru nøkur lógarásett gjøld, kanska eini fimm prosent, sum arbeiðsgevarin skal gjalda. Tað er barsilsgjald, ALS-gjald, tryggingar, og so er eisini umsiting. Starvsfólk gjalda av ásett gjøld av lønini, men arbeiðsgevarin skal eisini gjalda sín part.
Tá spurdur, hví hetta ikki var komið við í frágreiðingina, nú hann hevði fingið møguleika at gera viðmerkingar, sigur Heðin Lamhauge, at hatta hevði hann ikki sæð.
- Eg havi ikki sæð hatta. Og Liljan Weihe burdi vitað betri. Hon veit, at ein arbeiðsgevari hevur nakrar útreiðslur. Allar fyritøkur í Føroyum gjalda útvið fimm prosentum í lógarásettum gjøldum umframt umsiting, bókhald og so framvegis.
Prosent- ella tímagjaldið, verður lagt aftrat teirri upphæddini, ið virki og feløg gjalda Firmport til lønir til rumenarnar.
Syndarliggering av rumenunum
Nógv positivt er at síggja í frágreiðingini hjá fakfeløgunum, heldur Heðin Lamhauge. Serliga er tað gott, at frágreiðingin kundi ikki ávísa lønardumping í Føroyum, og at arbeiðsgevarar eftir øllum at døma er so mikið seriøsar, at lønarviðurskifti eru í lagi, og at tingini fara rætt fram.
Heðin Lamhauge heldur tó, at frágreiðingin málar eina skeiva mynd av rumenunum, sum ikki eru so hjálparleysir, sum teir tykjast út frá frágreiðingini.
- Tann syndarliggering, sum Liljan Weihe ger av rumenunum, er ikki rætta myndin av teimum. Tey flestu av teimum eru resursusterk fólk. Tey eru vælfungerandi og eru ikki so goymd burtur. Sigur Heðin Lamhauge.
- Eg helt hasa syndarliggeringina vera eitt sindur niðurgerandi. Teir eru væl fyri, teir fylgja væl við, summir ganga til fótbólt, summir renna. Summir taka eisini lut í ymiskum kappingum, sigur Heðin Lamhauge og leggur aftrat, at málførleikarnir hjá teimum eru toluligir.
Heðin Lamhauge metir, at um helvtin teirra megnar at hava samrøðu á enskum, tá teir fyrstu ferð koma til Føroya, og at tað gongur skjótt at læra hjá teimum, ið ikki duga tað frammanundan.