Frælsið at tosa og skriva krevur ábyrgd

-Eg skilji ikki, hvat teir donsku blaðteknararnir fingu burtur úr tekningunum av Muhammed profeti, sigur fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Madeleine Albright -Eg taki av fullum huga undir við frælsinum at siga sína hugsan, men eg eri av teirri áskoðan, at frælsið hevur ábyrgd við sær, segði fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Madeleine Albright við danska kringvarpið, tá hon var í Keypmannahavn í vikuni.

Madeleine Albright segði, at tað er umráðandi, at fólk brúka sítt frælsi við ábyrgd, og so er tað ikki neyðugt at niðra onnur, segði hon, og í einari beinleiðis viðmerking til tær donsku tekningarnar av Muhammed profeti legði hon afturat:

-Eg havi ilt við at skilja, hvat teknararnir fingu burtur úr hasum.

Spurd, hvat teir donsku politikararnir eiga at siga í málinum um tekningarnar, svaraði Madeleine Albright stutt, at teir eiga at siga tað sama sum hon.

Madeleine Albright var uttanríkisráðharri hjá Bill Clinton, og hon legði stóran dent á at útvega starvsfólkinum í uttanríkisráðnum holla vitan um islam.

-Eg veit ikki, hvussu tað er í Danmark, men amerikanararnir vita ikki serliga nógv um islam. Teir tosa um ?tann muslimsla heimin? og sipa tá til Miðeystur, sjálvt um muslimar búgva aðrastaðni enn í Miðeystri so sum í India og Indonesia, segði Madeleine Albright við DR2.