Stóra frælsishetjan í Burma er Aung San Suu Kyi. Hon varð sett í húsavarðhald í 1989, men demokratiski flokkurin, ið hon stóð á odda fyri, vann kortini valið, sum var fyriskipað í 1990. Hernaðarstýrið viðurkendi tó ikki úrslitið, og Suu Kyi var sitandi í húsavarðhaldi til 1995. Síðan 2000 hevur hon við jøvnum millumbilum sitið í húsavarðhaldi. Hon vann Friðarheiðursløn Nobels í 1991.
Útlandið løðir
Burmesiska stjórnin gevur ”oyðileggjandi eindum” skuldina fyri ófriðin, sum hevur verið í Burma seinastu vikurnar. – Tað eru nakrar oyðileggjandi eindir bæði innanfyri og uttanfyri okkara landamørk, sum øvunda Myanmar, ið er eitt friðarligt og framkomið land, og tey mótmælini, sum vit nú síggja, eru løgd tilrættis í útlandinum, sigur Tura Myint Maung, ráðharri í religiónsmálum.
Meira um Myanmar
Um tú vilt hava meira at vita um stríðið í Burma ber til at vitja heimasíðuna www.freeburmacoalition.com, sum er ein heimasíða til frama fyri demokratiskum broytingum í landinum. Eisini ber til at vitja almennu heimasíðuna hjá burmesisku stjórnini www.myanmar.com, sum eisini umrøður ófriðin í landinum.
Bloggarar siga frá
Bloggarar í Burma eru sera aktivir í hesum døgum. Ein máti at sleppa undan sensurinum hjá stjórnini er at leggja sínar egnu reportasjur út á netið. Ein av hesum bloggarum er Ko Htike, og hansara heimasíða sæst her: ko-htike.blogspot.com. Her verða bæði myndir og upptøkur lagdar út.