Frælsur Ítróttur Føroya til Íslands

Nú um vikuskiftið fer Frælsur Ítróttur Føroya við fýra ungum rennarum til Íslands. Kappast verður á stásiligu innandurarennibreytini í Reykjavík, har størsta kappingin av sínum slagi í Íslandi – Stórmót ÍR – fer fram

Harumframt er Bjørk Herup Olsen boðin at vera við í sterkari kapping á mílini í Reykjavík International. Hetta er ein kapping, har íslendingar savna sterkar íðkarar, mest úr norðurlondum, at manna tær ymsu kappingarnar.


Hetta er aðru ferð, at FÍF er við til Stórmót ÍR. Jóan Karl Joensen, Rúni Seloy, Bjørk H. Olsen og Rebekka Fuglø umboðaðu føroysku litirnar í januar 2007 við sera góðum úrslitum:


Jóan Karl: Gull á 800m og 400m

Rúni Seloy: Silvur á 800 og 200m

Bjørk H. Olsen: Silvur á 800m og 400m

Rebekka Fuglø: Gull á 800 og bronsu á 200m


Aftur hesaferð verður farið eftir heiðursmerkjum. Føroysku luttakararnir í Reykjavík verða hesir:


Rúni Seloy – dreingir 13-14 ár: Leygardagin 60m og 800m. Sunnudagin 200m

Regin Joensen – dreingir 13-14 ár: Leygardagin 60m og 800m. Sunnudagin 200m

Bjørk H. Olsen – kvinnur: Leygardag 800m, Sunnudagin mílin (1.609m)

Rebekka Fuglø – gentur 15-16: Leygardagin 800m. Sunnudagin 400m


Ferðalagið kemur aftur mánadagin. Við á ferðini verða Guttorm Sørensen vegna FÍF og Hallur Holm, ungdómssamskipari.