Frá penni Petur Hábergs, annað bind

Millum tær mongu bøkur, sum eru komnar út nú til jóla, er annað bind í røðini “Frá penni Petur Hábergs.”

Útgevari er Forlagið Leirkerið í Gøtu, og bókin er samskipað av brøðrunum Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril.

Fyrst skal sigast, at Petur var ein merkismaður í síni tíð. Hann var føddur í 1914, sonur Mallu og Pola Joensen í Havn.

Pápin var ein sáttligur skómakari, meðan mamman var av Geilaættini í Havn, dóttir Isalinu, sum var systir Djóna í Geil. Petur var ein rættiligur geilamaður, sum gjørdi um seg á nógvum økjum. Ikki minst lá tað fyri við tí skrivliga. Hann mann hava verið ein tann fyrsti blaðmaður í landinum, nevniliga á Dagblaðnum við Ernst Sondum sum blaðstjóra.

Men hjá honum lá tað andaliga tó fremst. Her var hann heilt tíðliga virkin. Hann var bert 18 ára gamal, tá ið hann er at síggja í andaligum bløðum sum Vidnesbyrdet. Og bert fá ár seinni var hann ein av stuðlunum hjá Victor Danielsen at týða Nýggja Testamenti til føroyskt.

Petur var eisini virkin prædikumaður, sum dugdi sera væl við teimum ungu. Hann gjørdist ikki gamal. Petur fekk hóttafal longu, tá ið hann var í 60-unum, og hann náddi júst at fylla 70 ár, tá ið hann andaðist í 1984.

Hann náddi júst at fáa út Hugbirtingar við áhugaverdum siðsøguligum tifari. Hesar standa eisini sum ein varði eftir hann.

Eftir Petur lá nógv av skrivligum tilfari. Tá ið 90 ár vóru liðin, síðan hann var føddur, kom út ein fløga við nøkrum av hansara sangum og talum. Tá er tankin búnaður um at fáa meira av hansara tilfari út. Tað førdi til, at í fjør kom út fyrra bind í hesi bókarøð, og nú er annað bind komið. Hetta er áhugavert og fjølbroytt tilfar. Talan er um yvir 100 greinir í bókini, har Petur eigur tær flestu. Restin er ummæli og eftirmæli um hann, og geva hesi eina góða lýsing av manninum.

Tað kann sigast, at stórt sæð alt er andaligt tilfar. Her eru eisini upptøkur av nógvum stuttum talum, sum kunnu vera vælegnaðar sum andaktir.

Sumt hevur ikki verið frammi fyrr, meðan annað er endurprent. Men tað kann vera sera nyttugt og gagnligt at fáa alt hetta savnað á einum stað.

Partarnir eru:

Greinar úr tíðarritum

Bóklingar og smárit

Talur á samfelagsfundum

Talur í Evangelisku Røddini frá Monte Carlo

Talur í Útvarpi Føroya

Talur í Ríkisútvarpi Íslands, føroyskar sendingar

Oddagreinir í tíðarritinum “Lívi og Læru”, sum Petur gav út

Stuttsøgur

Ummæli og eftirmæli

Við í bókini er eisini bóklingurin “Gumma mín og eg.” Hetta var ein góð tíðarlýsing frá 1914, men fyrst og fremst var hann ein umrøða av barnadópinum. Hetta var ikki væl móttikið av øllum og førdi til eitt rættuliga harðligt orðaskifti í bløðunum. Júst í slíkum orðaskiftum var Petur ein meistari.

Sosialurin er eisini komin uppí part við eini grein, sum Magnus Gunnarsson skrivaði í 1999 um bókaútgávu og nakað so tímiligt sum bilasølu hjá Petur Háberg og svági hansara Jens Chr. Christiansen. Teir høvdu bilasøluna Norrøna, sum longu í 1940-unum fóru at innflyta bilar.

Tað kemur eitt bind afturat í hesi røð, og er tað eitt savn av sangum og sálmum, sum Petur skrivaði. Her var Petur ein sannur meistari. At yrkja var eingin sum tók hann. Hansara sálmar verða framvegis sungnir, og hansara nógvu brúdleypssangir vóru so avbera stuttligir, at eingin gjørdi honum tað eftir. Tá fara vit at koma at kenna Petur sum skemtara.

Við triðja bindinum fer samlaða síðutalið at nærkast 1.000. Men Petur skrivaði nógv meira enn tað, bæði bøkur og blaðgreinir. Ikki minst í samband við Bíbliuna, sum kom úti 1949. Hetta hevur Zacharias við í bók síni um bíbliutýðingina hjá Victor.

Tað ger einki, um tað her verður komið inn á tað serliga sambandið, sum er millum Zacharias Zachariassen og Petur Háberg. Ein granni hjá teimum í Mortanstovu í gomlu Norðragøtu, haðani Zacharias er ættaður, var ein systir Petur. Tað var sera væl millum húsini og Zacharias kom tískil at kenna familjuna hjá henni.

Tá ið hann kom til Havnar í læru sum ungur, koma Zacharias at kenna seg sum heima hjá foreldrunum hjá Peturi og hjá allari familjuna, og hann gjørdist vinur við tey øll. Tað kann kanska eisini sigast, at hetta sæst aftur í hansara útgávuvirksemi, sum eisini umfatar endurútgávu av “Søgur um Sangir” hjá Petur og “Minnisbrot” hjá Hjørdis, einkjuna eftir Petur. Hon er 92 ár, og hon hevur eisini verið ein dyggur stuðul í útgávuni av hesum verki.

Tað er eingin ivi um, at tey eru mong, sum vilja kunna seg aftur um skrivingina hjá Peturi. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá teimum ungu, sum ikki hava kent hann.

Bókin fæst í bókabúðunum og kostar kr. 350.


ó.