Frá fyrstu telefonlinju til fibur

Í meira enn 50 ár hava koparkaðalar verið grundarlagið undir bæði telefoni og seinni internetinum í Vestmanna, men nú er kaðalnetið farið í søguna

 

- Alt samskiftiskervið er nú skift út við fipurnet, ið eru evaraska smáir ljósleiðarar, ið geva væl skjótari ferð og álítandi samband. Tað er FT NET, ið hevur staðið fyri arbeiðnum.

 

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at tøkniliga samskiftiðskervið millum bygdir og oyggjar byrjaði tó í Vestmanna fyri 121 árum síðan.

 

- Tað var í Vestmanna, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri at fáa í lag eitt telefonsamband. Sum við so nógvum øðrum frambrotum í Føroyum, var tað Ólavur á Heygum, ið slóðaði fyri.

 

Víst verður á, at Í 1901 sendi hann eitt skriv til Føroya løgting, um at lata eina telefonlinju byggja úr Vestmanna til Havnar og seinni eisini um at seta á stovn eitt telefonverk.

 

- Tað var ikki semja um hetta í løgtinginum, tí fleiri løgtingsmenn ræddust hesa nýggju tøknina, sum vestmenningar vildu hava til landið, men fýra ár seinni fekk Ólavur á Heygum loyvi at seta upp eina telefonlinju við knútapunktum og telefon í fimm ymsum støðum.

 

Tað var Samson Højgaardið rak telefonstøðina í Vestmanna. 

 

Í 1975 tóku koparkaðalar yvir telefonlinjurnar. Tá var eitt stórt kaðalarbeiði um alla bygdina, har kaðalar vórðu grivnir niður og inn í næstan hvørt hús.

 

- Menningin frá teimum fyrstu telefonroyndunum í Vestmanna í 1905 til dagsins nútímans fipurnet vísir, hvussu tøknin støðugt hevur flutt mørkini fyri samskifti í Føroyum.

 

Vestmanna hevur verið ein undangongubygd á hesum øki, har dirvi og framskygni hava lagt lunnar undir bæði telefon og internet.

 

- Skiftið frá koparneti til fipurnet er enn eitt stig fram á leið, sum tryggjar skjótari og álítandi samband til framtíðar tørv, siga tey í kommununu í dag.

 

Á www.vestmanna.fo síggjast fleiri gamlar og forvitnisligar myndir frá gomlu tíðini, sum eru verdar at síggja.

 

##med2##