Seglbátur vitjar í Vági

- Hetta er annar seglbáturin, sum vitjar í Vági í ár, og hin fyrsti var longu í januar

 

Tíðliga í morgun fekk Vágs havn vitjan av einum seglbáti, skrásettur í Fraklandi.

 

- Seglbáturin er komin úr Kirkwall í Orknoyggjum við seks fólkum umborð og fer víðari til Havnar eftir steðgin í Vági.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at hetta er annar seglbáturin, sum hevur vitjað í ár, og hin fyrsti var longu í januar.

 

- 2025 gjørdist metár fyri vitjanir av seglbátum, tá 59 bátar við umleið 140 fólkum umborð vitjaðu í Vági.

 

- Seglbátarnir lógu í miðal tríggjar dagar í Vági.

 

Í Vági vísa tey á, at góða gongdin seinastu árini gevur góðar vónir til 2026.

 

- Spennandi verður at síggja, hvussu nógvar vitjanir verða komandi mánaðirnar, siga tey í Vágs kommunu.