Fráboðanarskipan á Tjaldurs Apoteki fór í gongd

- Í Vágum stóð ein handil opin í nátt, tí fólk helst høvdu gloymt at stongt dyrnar og sløkt eftir sær, sigur løgreglan.

Í nátt fekk løgreglan tvær fráboðanir, sum við kanningum vístu seg ikki at hava nógv upp á seg - í øllum førum var ikki talan um tað, sum stúrt kundi verið fyri.

 

- Klokkan 04 í nátt fór ein innbrotsávaring í gongd á Tjaldurs Apoteki í Havn, men tá málið varð kannað, vísti tað seg, at hetta var følsk ávaring.

 

Her hevði einki innbrot verið, og her var einki óvanligt at síggja, vist vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

- Spurningurin er, um tað kanska var vindur ella okkurt annað, sum hevði sett ávaringarskipanina í gongd.

 

Í morgun klokkan 05.15 fekk løgreglan eisini eina fráboðan úr Vágum. Her vísti tað seg, at ljós var í einum handli, og at ein hurð í handlinum stóð opin.

 

- Vit fingu fatur í tí, sum eigur handilin, men her vísti tað seg, at onkur, sum var farin, tá handilin læt aftur, helst hevði gloymt at sløkt og stongt eftir sær.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at einki var horvið úr handlinum í Vágum, tó at dyrnar helst høvdu staðið opnar í nógvar tímar og meginpartin av náttini.