Tað upplýsir eitt talsfólk hjá týska innlendismálaráðið sambært AFP.
Ógreitt er tó, um flogfarið var í ferð við at lenda ella júst var farið á flog, tá hendingin fór fram. Sambært innlendismálaráðnum skuldi flogfarið lenda, meðan Reuters skrivar, at tað júst var farið á flog.
– Flogfarið skuldi lenda í Leipzig, men noyddist at avlýsa lendingina. Tí tað rakti eitt objekt, segði talsfólkið á tíðindafundi.
Flogfarið, sum hoyrir til DHL, lendi seinni trygt í Hannover. Tað hevði fingið smærri skaðar á fremra partinum.
Týski miðilin Bild skrivar, at ein drona við spreingievni og detonatori varð funnin nær einum parkeraðum farmaflogfari hjá ukrainska flogfelagnum Antonov Airlines á flogvøllinum.
Sambært Bild var detonatorurin tó óvirkin.
Løgreglan vil kortini hvørki vátta ella avsanna, at talan er um eina dronu við spreingievni. Málið verður nú kannað.
Enn er ógreitt, um dronan, sum varð funnin, er sama objekt, sum rakti DHL-flogfarið.
Meðan kanningarnar fara fram, er syðri parturin av lendingarbreytini á Leipzig/Halle-flogvøllinum stongdur, og serfrøðingar í spreingievnum arbeiða á staðnum, upplýsir løgreglan sambært Reuters.
Leipzig/Halle-flogvøllurin verður javnan brúktur til flutning av hernaðarligari útgerð hjá bæði týska herinum og Nato-samstarvinum. Harumframt hevur ukrainska flogfelagið Antonov Airlines støð á flogvøllinum.










