Í einum skrivligum fyrispurningi eftir § 52a biður hon landsstýrismannin svara seks spurningum.
Millum annað spyr hon, hví byggimálini í síni tíð vórðu savnað hjá Landsverki, og nær tað varð gjørt.
Hon biður eisini um eitt yvirlit yvir allar byggi- og anleggsverkætlanir omanfyri fimm milliónir krónur, sum Landsverk hevur verið byggiharri á síðani 1. januar 2015.
Yvirlitið skal sambært Sirið Stenberg vísa, hvussu verkætlanirnar hava gingið í mun til kostnað og tíðarætlan.
Harumframt vil hon hava upplýst, hvussu stórar játtanir hava verið givnar til viðlíkahald av almennum bygningum síðani 2015, býttar út á einstakar ætlanir ella stjórnarráð.
Í fyrispurninginum spyr Sirið Stenberg eisini, hvørja ávirkan landsstýrismaðurin metir tað fer at hava, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini, og hvat verður betri ella bíligari við at flyta fakligu førleikarnar úr Landsverki.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hon á, at tað mangan hevur verið ført fram, at almennar byggiverkætlanir hava gingið illa, men at eingi samlað tøl hava verið løgd fram.
Hon vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki skal niðurleggjast, og at ábyrgdin fyri byggiverkætlanum framyvir verður løgd til ymisku stjórnarráðini.
Sambært Sirið Stenberg er tí neyðugt at fáa eina ítøkiliga lýsing av, hvussu byggiverkætlanirnar hjá Landsverki hava verið handfarnar seinnu árini, áðrenn nýggja skipanin verður sett í verk.










