Fram flýtur aftur í kvøld ella í morgin

- Vit arbeiða við málinum, og alt gongur sum ætlað. Vit vænta, at Fram flýtur aftur í kvøld ella í morgin, sigur stjórin á skipasmiðjuni Mest, Mouritz Mohr, sum eigur og rekur bedingina á Skála

Tá Sosialurin tosaði við stjóran á skipasmiðjuni Mest í morgun, hevði hann góðar vónir um, at ísfiskatrolarin Fram verður leysur aftur av bedingini á Skála í kvøld ella í morgin.
Mouritz Mohr sigur, at arbeitt hevur av øllum alvi fyri at loysa málið, og neyðugt hevur eisini verið at havt eitt nú tryggingarfelagið við í planleggingum og avgerðum um, hvussu fram skuldi farast.
Hann leggur aftrat, at alt gongur sum ætlað, og nú eru teir mest sum klárir at flota skipið aftur.
- Gongst, sum ætlað, verður Fram flotaður í kvøld ella í morgin, sigur Mouritz Mohr.

Fýra lyftarar
Stjórin í Mest sigur, at teir hava fingið fýra stórar lyftarar úr útlandinum, sum kunnu lyfta 100 tons hvør.
- Tað er soleiðis, at vognurin undir Fram er settur saman av trimum sektiónum, og tað var aftasti parturin, sum var farin av skinnaranum. Nú hava vit lyft afturskipið upp og hava sett ein spesialvogn undir aftan. Hetta arbeiði hevur gingið væl, sigur hann.
Mouritz Mohr sigur, at skipasmiðjan Mest hevur sjálv gjørt hetta arbeiði saman við kavarum og veitarum, sum hava hjálpt til.
- Eg vil siga, at arbeiðið at tryggja skip og beding hevur gingið væl, og nú nærkast so løtan, til Fram verður flotaður aftur, leggur hann aftrat.

Sleppa avaftur
Tá Fram er leysur, sleppa ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, sum standa uppi á bedingini, eisini avaftur. Teir vórðu lidnir á Skála í endanum av síðstu viku og bíða nú bara eftir at verða flotaðir, soleiðis at teir kunnu sleppa aftur til fiskiskap.