Framúr arbeiðsavrik

Jógvan Martin Olsen ásannaði, at hann kundi valt at satsa meira fyrr í dystinum. Men mest av øllum fegnaðist hann um stríðsviljan, sum føroyska liðið sýndi

Fótbóltur

 

Tað ræður um at seta avrikið í rætta ljósið. Tí byrjaði Jógvan Martin Olsen eisini sínar viðmerkingar við at vísa á dygdirnar, sum Rumenia hevur á vøllinum. Dygdir, sum alt annað líka eru størri, enn tær eru hjá Føroyum.

- Eg havi sagt tað fleiri ferðir, tá vit spæla hesar dystirnar. At hjá mær sum venjara og fyri allar fótbóltsáhugaðar føroyingar er tað ein fragd at síggja spælarar á hesum støðinum.

- Førleikarnir hjá hesum eru øgiliga nógv betri enn okkara, og tí høvdu vit aftur valt eitt útgangsstøði langt afturi á vøllinum. Og tað haldi eg eisini var skilagott.

- Í fyrr ahálvleiki vóru vit hepnir. Vit sóu eitt føroyskt lið, sum var týðiliga merkt av, at vit høvdu spælt leygardagin í nógvum hita. Og vit sóu týðiliga, at okkara spælarar ikki raktu samka støði, sum teir gjørdu í Beograd.

- Men kortini sóu vit hugburð og ein liðanda á liðnum, har allir mans stríddust. Har vit royndu at fara í hvørja tackling, og har fleiri blokadur eisini vóru at síggja, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Valdi at bíða

Um seinna hálvleik sigur hann, at útvísingin hjá Rumenia ikki merktist serliga væl fyrstu løtuna.

- Teir valdu bara at spæla við trimum í verjuni, og so megnaðu teir fult so væl at trýsta okkum. Ikki fyrr enn teir hava skorað, trekkja teir seg aftur, og tá tosa vit sjálvandi um, um vit skulu satsa við at flyta fólkið fram. Eg valdi tó at bíða, tí vit sóu nógvar slitnar føroyskar spælarar á vøllinum.

Angrar tú, at tú ikki satsaði eitt sindur fyrr í dystinum?

- Tú stendur altíð í eini støðu, har tú skalt taka eitt val, so tað fái eg ikki brúkt til so nógv. Men tað kundi kanska verið skilagott, um hetta varð gjørt fyrr, segði Jógvan Martin, sum serliga hevði hug at nevna Jákup Mikkelsen, Jón Róa Jacobsen og Egil á Bø, tá hann skuldi seta nøvn á bestu føroysku avrikini hesaferð.

 

Fyrimyndarligur hugburður

Á stigatalvuni er føroyska støðan kanska ikki stórt øðrvísi, enn hon var fyri tveimum árum síðani eftir teir báðar fyrstu undankappingardystirnar ta ferðina. Men í mun til tá heldur Jógvan Martin, at hugburðurin hjá spælarunum hevur verið framúr.

- Hugburðurin hjá spælarunum var ómetaliga, ómetaliga góður. Tað vilja altíð verða dystir, har tú ikki rakar dagin, men tá menn altíð vilja stríðast, so haldi eg at vit síggja nakrar av teimum dygdum, sum vit hava eftirlýst í nógv ár.

Og við tveimum teprum tapum er væl meira hugaligt hjá tær at arbeiða víðari, enn tað var fyri tveimum árum síðani, tá málmunurin eftir fyrstu tveir dystirnar vísti 0-12?

- Eg segði í Serbia, at vit vóru øgiliga nær við at taka javnleikin í Serbia, og tá hjálptu vit teimum til tvey mál. Hesa ferð koppaði tað aftur ímóti okkum, so eg vænti, at vit fáa ein lættari dyst móti Eysturríki. Teir vunnu hóast alt bara 3-1 móti Fraklandi, segði Jógvan Martin Olsen heldur skemtandi.

- Men vit eru nú komnir í eina støðu, har vit hava fatur á einum bruttuhópi upp á einar 24-30 spælarar, sum eru kvalifiseraðir til at mynda føroyska landsliðið. Og har eru eisini aðrir, sum bara hava tørv á einum lítlum sparki í ein ávísan likamspart, áðrenn teir eisini eru til reiðar.

 

Tørva stuðul

Og so kom landsliðsvenjarin eisini við einum hjartasuffi undan dystinum móti Eysturríki.

- Tann dysturin hevur longu verið uppi og vent í skiftingarrúminum. Hetta er jú ein søguligur dystur fyri Føroyar, og hetta er nakað, sum allir spælararnir gleða seg til.

- Men tað kundi kanska verið eitt hugskot, um dysturin varð spældur á Svangaskarði. At spæla fyri einum somikið tómum leikvølli er ikki nakað, sum eg ella spælararnir hava tørv á, og tað var kanska størsta vónbrotið á degnum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.