Um formansvalið sigur Bjørn á Heygum í Sosialinum seinasta leygardag m.a.: »Hetta hevði eg ikki væntað, tí vit hildu okkum hava fingið alt upp á pláss, men tað riggaði ikki?« Bjørn á Heygum váttar sostatt tað, sum aðrir eisini hava borið fram, at teir høvdu fingið sær meiriluta fyri at koyra undirritaða frá sum formaður í Sambandsflokkinum.
At royna at koyra meg frá sum floksformann, tað er í lagi í sjálvum sær. Men tað er óforsvarligt yvir fyri flokkinum at gera tað beint upp undir eitt løgtingsval. Og tað er ábyrgdarleyst yvir fyri landi og fólki at gera tað beint upp undir samráðingarnar við danir um bankamálið.
Og so hevði tað verið meira mansligt og meira sambandsligt, um hetta varð gjørt í dagsljósi og ikki í skýmaskotum.
Ikki ørkymlandi,
tvørtur ímóti
Í Sosialin sigur Bjørn á Heygum m.a.: »Tað er ikki sørt ørkymlandi, at tann maðurin, sum í farnu viku ikki helt seg hava heimild at samráðast, nú nakrar dagar seinni heldur seg hava fingið heimildina aftur. Spurningurin er, um hetta ber til, sigur Bjørn á Heygum«.
Í farnu viku kendi Bjørn á Heygum, saman við nøkrum øðrum sambandsmonnum, seg sannførdan um, at eg bleiv koyrdur frá sum formaður Sambandsfloksins. Bleiv eg tað, so misti eg heimildina til at samráðast við donsku stjórnina um eitt so týdningarmikið mál sum bankamálið. Men tað riggaði ikki, sigur Bjørn á Heygum. Hetta gjørdi, at eg fekk heimildina aftur.
Tað foknað álitið
Teir føroysku fjølmiðlarnir bera fram, eins og Bjørn á Heygum, at Jóannes Eidesgaard og Heini O. Heinesen hava mist álitið á mær í sambandi við útskrivan av nývali. Hetta er møsn. Jóannes Eidesgaard, Heini O. Heinesen og aðrir andstøðupolitikarar hava seinastu tvey árini ferð eftir ferð alment sagt frá, at teir onki álit høvdu á mær. Har var onki álit at missa.
Um tað hevði eydnast Bjørn á Heygum, saman við øðrum at koyrt meg frá sum floksformann, so høvdu Jóannes Eidesgaard, Heini O. Heinesen og aðrir sett fram misálitisváttan við tað sama. Tað hevði eg eisini gjørt, um eg var í teirra stað.
At senda ein frákoyrdan floksformann at samráðast við danir um bankamálið kann ikki lata seg gera. Fyrsti maður at gjørt var við tað hevði verið Bjørn á Heygum, umframt Jóannes Eidesgaard, Heini O. Heinesen og aðrir.
Hetta er logikkur fyri høsnarungar
Reformarnar
upp á borðið
Bjørn á Heygum nevnir í Sosialinum fleiri ferðir tann reformvinarliga vongin í Sambandsflokkinum. Hví ikki fáa reformarnar upp á borðið. Enn havi eg ikki sæð nakran av hesum reformunum.
Er talan um ítøkiligar reformar, sum eru skilagóðir og sum tæna føroyska fólkinum, so eru teir í samsvari við stevnuskrá Sambandsfloksins, og so skal ongin ivast í, at eg taki undir við hesum reformunum. Men lat okkum fáa teir upp á borðið til umrøðu og til skoðan. Hví komu teir ikki fram á landsfundinum?
Lat veljaran tala
Bjørn á Heygum endar sína longu samrøðu við Sosialin við at vísa á, at tá flokkurin ikki sjálvur kann greiða fløkjuna, noyðast veljararnir hjá Sambandsflokkinum at gera av, hvussu lív verður lagað Sambandsflokkinum framyvir.
Endiliga nøkur skilagóð orð. Bæði Bjørn á Heygum og vit aðrir eiga at fara til løgtingsval og bøna og biðja veljaran stuðla Sambandsflokkinum. Eg ivist ikki í, at úrslitið av komandi løgtingsvali fer at vísa, hvat sambandsveljarin ynskir.
Edmund Joensen
floksformaður