Sjúkrahúsverkið: Framferðin hjá Jákup Petersen, yvirlækna, er óloyal ímóti Landssjúkrahúsinum,
Hans Pauli Strøm, Landsstýrismaður í heilsumálum, er ógvuliga misnøgdur við framferðina hjá Jákupi Petersen, yvirlækna.
Í farnu viku hevði yvirlæknin tríggjar drúgvar greinar í Sosialinum, har hann hvassliga fanst at mátanum, sum føroyska heilsuverkið verður rikið upp á.
- Framferðin hjá yvirlæknanum er ein krígsavbjóðing og hetta kann ikki halda fra, staðfestir Hans Pauli Strøm, Landsstýrismaður.
Hann sigur, at í greinini hjá Jákupi Petersen eru nógvir upplýsingar, sum eru skeivir og heilt burturvið og tað ger framferðina hjá yvirlæknanum serliga átaluverda.
- Ein yvirlækni hevur ein leiðandi leiklut. Hann hevur stóran autoritet, bæði fakliga og leiðsluliga, tí hann nevur nógv fólk undir sær. Sostatt hevur hann eina heilt serstaka ábyrgd. Og tá ið Jákup Petersen ber seg soleiðis at, sum hann ger og fullkomiliga skrykkir álitið undan Landssjúkrahúsinum, er tað ógvuliga óloyal framferð og tað tolir Sjúkrahúsverkið ikki, staðfestir Hans Pauli Strøm.
Hann viðurkennur, at øll hava rætt at gera vart við seg, tá ið viðurskifti ikki eru ílagi.
- Hetta er ikki ein roynd at múlabinda yvirlæknan, men vit mugu seta ávís krøv til tær atfinningar, sum verða settar fram.
- Og minsta kravið má vera, at tað er hald í teinum atfinningum og at atfinninginarnar eru sakligar, sum verða førd fram.
- Men tað er tað ikki í hesum føri.
Hans Pauli Strøm staðfestir tí, at hetta kann ikki halda fram.
- Hetta er ikki ein hóttan, men tað kann hvør tulka, sum tey vilja. Men hetta kunnu vit ikki finna okkum í, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Nógvir grovir feilir
Í grein aðrastaðni í blaðnum hevur Hans Pauli Strøm eina grein, har hann vísir tí aftur, sum Jákup Petersen førdi fram í Sosialinum í farnu viku.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað, sum Jákup Petersen førir fram um kostnaðin av sjúkrahúsunum í Føroyum, afturímóti øðrum londum, er skeivt.
Upplýsingarnar hjá Jákupi Petersen um, hvussu nógv sjúkrahús eru í ymsum londum, eru eisini skeivar.
Tað eru so nógvir grovir feilir í greinunum hjá yvirlæknanum, at einki høpi er í nøkrum, sigur Hans Pauli Strøm.
Sostatt sigur hann, at páhaldið hjá Jákupi Petersen um, at føroyska sjúkrahúsverkið søplar 100-140 milliónir burtur um árið, er fullkomuliga skeivt og byggir á eina skeiva samanbering.
- Øll niðurstøðan hjá yvirlæknanum eru burturvið, staðfestir Hans Pauli Strøm.
Vilja stýra einsamallir
Jákup Petersen finst eisini hvassliga at leiðslubygnaðinum á Landssjúkrahúsinum.
Orsøkin er helst tann, at nakrir yvirlæknar halda eftir øllum at døma, at allir trupulleikar høvdu verið loystir, vóru tað bara yvirlæknarnir, sum stýrdu sjúkrahúsunum.
- So einfalt er tað als ikki. Tvørturímóti er tað soleiðis, at tey sum fáa mest mótstøðu frá hesum somu yvirlæknum, eru læknarnir í leiðslustørvum á sjúkrahúsinum. Veruleikin er, at eingin leiðsla góðtikin og tað er ein fullkomuligur óloyalitetur móti bæði organisatión og leiðslu, sigur Hans Pauli Strøm.
- Tað ber ikki til, at hetta heldur á fram, leggur hann afturat.
Hans Pauli Strøm staðfestir eisini, at eftir hansara tykki er als ongin orsøk til at broyta leiðsluskipanina á Landssjúkrahúsinum.
- Leiðslubygnaðurin er ein politisk avgerð og at ein yvirlækni sum Jákup Petersen fer í opið og alment kríggj móti politiska og fyrisitingarliga myndugleikanum fyri at máa støðið undan hesi avgerð, er harmiligt, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Sí annars greinina hjá landsstýrismanninum aðrastaðni í blaðnum.
MYND AV HANS PAULA STRØM
- Tað er harmiligt, at ein yvirlækni fer í opið kríggj ímóti politiska myndugleikanum og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Hetta er ein krígsavbjóðing og tí kann hetta ikki halda fram, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður