Framgongd í Føroyum - førleiki ella vinir

Føroyar broytast fyri hvønn dag. Landið og samfelagið, mentanin og málið. Føroyska metamorfosan er eitt sindur ræðandi, og tó ikki. Hvar gongur leiðin? Hvussu ynskja vit, at samfelag okkara skal síggja út? Hvør hevur valdið í landinum? Í framtíðini fara fólk at tosa um, hvat sum veruliga hevði týdning í 2000 og hvat, ið beinanvegin varð gloymt. Hvat sum verður standandi í Søguni vita vit ikki nú. Tað má tíðin vísa

Ávirkanin uttan úr heimi er vaksandi og tað ger tað sera torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at spáa um framtíð Føroya. Í formligum politiskum høpi síggja vit eina gongd: Føroyar fara eftir øllum at døma at loysa frá Danmark í nærmastu framtíð. Men hvat merkir tað? Danmark verður samstundis alt meira knýtt at øðrum ES-londum. Kanska ES verður eitt eindarríki, hvør veit, og hvussu við Íslandi og Noregi? Lat okkum siga, at ár 2018 eru Føroyar sjálvstøðugur tjóðstatur og limur í ST. Hvussu nógv fólk búgva í útjaðaranum? Er fiskivinnan høvuðsvinna í landinum? Hvussu nógv fólk sita í fongsli? Hvussu nógv eru heimleys? Hvussu stórt er arbeiðsloysið? Eg royni ikki at siga, at støðan í Føroyum verður verri enn hon er nú, at avleiðingarnar av sjálvstýrisgongdini verða negativar. Tað eg meini við, er, at hvørki politikarar ella onnur fólk vita, hvussu samfelagið fer at síggja út. Eg haldi, at nakrir politikarar (úr øllum flokkunum) hava hugsanir um framtíðarsamfelagið, meðan restin einans hugsar 3-4 ár fram í tíðina. Í veruleikanum eru nógv onnur, sum hava størri ávirkan á samfelagsrákini, til dømis bløðini, út- og sjónvarpsrásirnar, internetið og nýggj samskiftistøkni. Tann tíðin er farin (um hon nakrantíð hevur verið), tá ið samfelagið var so einfalt og lætt at skilja, at okkara kosnu menn sótu við fullfíggjaðum yvirliti yvir mentan og samfelag landsins. Viðhvørt tykist sum um tað politiska lívið í Føroyum er innilokað í einari klokku, sum sveimar úti í rúmdini. Politikkur er um politikk. Sosial og mentanarlig viðurskifti blíva sjáldan til "politisk mál", sum verða tikin í álvara.
*
Sjónleikurin kom inn á Løgtingið við Ginusøgum. Ongin tosaði um listagreinina frammanundan. Rúsdrekka kom aftur á dagsskránni við sodavatns-rúsdrekka, sum sigst vera ungdómsdrykkur. Løgtingsmanningin fór niðan í rúsina á "kunningarferð", og nærum øll í bólkinum søgdu seg aldrin hava sæð fløskurnar við sodavatns-rúsdrekka í lívinum. Tey kristiligu skammaðust yvir at fara inn í rúsuna. Tað var týðiligt at teirra image var týdningarmikið, ikki málið í sjálvum sær. Ongin politikari hevði smakkað teir litføgru droparnar. Ivasamt. Ein yvirlýsing um rættindir hjá samkyndum var um at skapa Triðja Heimsbardaga í Føroyum. Vóru samkynd nakrantíð áður nevnd á tingsins røðara-palli? Tað sá í hvussu er ikki so út. Meðan ungdómurin í Føroyum tosar opið um hesar spurningarnar, so vóru fleiri politikarar um at kvalast í sínum egna slipsi, tá teir hoyrdu um sam-kynd.
*
Inni í klokkuni í rúmdini eru øll eins. Føroyingar eru fastfrystir í eini mytiskari tíð har øll arbeiða, liva í eydnusælari kjarnufamilju, og tilbiðja politisku skipanini. Men í tí modernaða føroyska samfelagnum niðri á tí rokmiklu bláu klótuni eru føroyingar sera ymiskir, hóast teir tosa sama mál. Tey hava stóra vitan um sera ymisk viðurskifti, og nógv nýta sína servitan at menna samfelagið við. Nøkur hava eisini sera áhugaverd hugskot og eru listarliga og mentanarliga nýskapandi. Onnur brúka sína orku vísindaligum arbeiði at gagni. Tey skapa nýggja vitan, sum byggir á eldri vitan. Til dømis er søgulig vitan neyðug fyri at skilja, hví Føroyar í dag eru sum tær eru.
Tað modernaða føroyska samfelagið er grundað á vitan, tað slepst ikki undan, og tað merkir, at um vit ikki lurta eftir teimum, sum hava servitanina ? serfrøðingunum ? so kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar. Harvið er ikki sagt, at serfrøðingar altíð eru samdir ella altíð hava rætt í sínari frágreið-ing. Tað finnast fleiri loysnir uppá samfelagsligar trupulleikar. Men tó má sigast, at teir sita við einari vitan, sum ger, at teir kunnu rokna út hvørjar avleiðingar ymiskar avgerðir fáa fyri samfelagið. Vandin fyri óvæntað-um vanlukkuligum avleiðingum er sjálvandi størri um ein tekur avgerðir í blindum. Persónlig ella lokal áhugamál kunnu eisini forða fyri, at politiskar avgerðir verða grundaðar á professional-ismu.
*
Serfrøðingar eru ikki gudar, teir fara sjálvandi eisini skeivir viðhvørt, men tað er sera vandamikið at lata allan avgerðarrættin í hendurnar á valdsharrum við persónligum áhugamálum í málunum, sum verða viðgjørd. Um ein politikari til dømis sigur, at ongin rúsevnismisnýtsla er í Føroyum, so kann ein lítil kanning skjótt staðfesta, at veruleikin er ein heilt annar. Fyri politikarar og vinnulívsmenn verða serfrøðingar ofta roknaðir sum ein hóttan ímóti avgerðarrætti teirra. Tað er ikki bara í Føroyum, at til dømis reiðarar og fiskifrøðingar eru rúkandi ósamdir um fiskinøgdir og kvotur. Búskaparligar og lívfrøðiligar avleiðingar áttu annars at verið samantvinnaðar um ein hevur eitt langtíðar-sjónarmið.
Framkomin samfeløg eru framkomin, tí at tey hava framkomna vitan, sum tey brúka til sín egna fyrimun. Í Føroyum er nógv servitan, útbúgvingarstøðið er lutfalsliga høgt, men vitanin verður ikki viðurkend á sama hátt sum í grannalondum okkara. Vitan er kapitalur, sum kann elva til radikalar broytingar í samfelagnum, og tað síggja kanska tey, ið sita við valdinum, sum eina hóttan ímóti teirra persónliga status og støðu í landinum. Hví gera tey tað? Tað má væl saktans vera, tí at tey ikki klára at kappast við nýhugsandi fólk við høgari útbúgving. Harvið mugu tey royna at halda serfrøð-ingarnar burturi fyri at verja borg. Sostatt kann ein høg útbúgving eisini forða ungum fólki í at koma inn á arbeiðsmarknaðin, hóast tað átti at verið øvugt. Í framkomnum vitanarsamfeløgum tekur ein tær dugnaligastu kreftirnar framum, tí at tað er alneyðugt fyri at fáa samfelagið at fungera og blóma. Alt annað hevði verið óskynsamt. Sjálvandi er nepotisma at finna í øllum samfeløgum, men í framkomnum samfeløgum verður hon krógvað fyri ikki at elva til álvarsligar atfinningar.
*
Ein av fleiri orrustum í føroyskum politikki seinastu tíðina, var málið um setan av nýggjum leiðara á granskingarstovni í Havn. Fjølmiðlarnir gjørdu sera nógv burtur úr málinum. Tað undarliga og rættiliga skelkandi var, at ongin snakkaði um tann vísindaliga førleikan hjá umsøkjarunum til starvið. Ikki eitt orð varð sagt um vitan og vísindalig avrik teirra. Alt annað varð tikið upp til kjak, bara ikki tað, sum átti at verið kjarnin í málinum.
Tá ið tosað verður um eitt vitanarsamfelag, so merkir hetta ikki bara at vitan er grundar-steinurin í samfelagsskipanini. Tað merkir eisini, at krøv verða sett til vitanina: Hvør vitan er neyðug? Er arbeiðið hjá serfrøðingunum í landinum á einum nóg høgum støði? Hvussu kunnu vit eftirmeta góðskuna á arbeiðinum hjá almennum og privatum stovnum í landinum? Líkasum við øllum øðrum tilfeingi, so er góðskan á vitanararbeiðinum avgerandi fyri virðið av úrslitinum. Skeiv vitan ger meira skaða enn gagn.
Ulrich Beck, týskur sosiologur, sigur í verkinum "Risiko Samfundet", at vandin av nýggjari tøkni mangan verður undirmettur, og hetta kemst millum annað av búskaparligum áhuga-málum:

"Nutidens læser tror ikke sine egne øjne, når han læser om, hvilke råd der i 1959 blev givet i en officiel pjece, udgivet af den [vest]tyske Forbundsregering om `Hvordan man bør forholde sig ved et luftangreb´ [...] `Et stærkt, blændende lysglimt er det første tegn på detonation af en atomsprængladning. Den stærke varmeudvikling kan forårsage forbrændinger.:
Man bør straks søge dækning i et jordhul, en grav eller en grøft!
Befinder man sig i et transportmiddel, bør man øjeblikkeligt dukke sig, så man befinder sig under skudhøjde, stoppe køretøjet, smide sig på dets gulv og krumme sig sammen, således at man beskytter andsigt og hænder!
Hvis det er muligt, bør man søge dækning under et tungt bord, et skrivebord, et arbejdsbord, en seng, eller et andet møbel!" (donsk týðing, 1997: 80)

Fólk skulu ikki blíva so bangin, at tey fara út á gøturnar at mótmæla ímóti kjarnorku. Tað kundi fingið negativar búskaparligar avleiðingar fyri samfelagið. Men hvat við vandanum ? risici ? av at hava kjarnorku? Tjernobyl hevur víst okkum, hvat sum í ringasta (kanska ikki ringasta) føri kann henda, tá vanlukkan hendir. Í tí sokallaða risiko-samfelagnum noyðast politikarar og serfrøðingar at spáa um vandan av samfelagsbroytingum. Hvat kann í ringasta føri henda í framtíðini? Hvussu kunnu vit fyribyrgja fyri vandanum? Og so framvegis. Sostatt noyðist ein at hugsa líka nógv fram í tíðina sum at skoða aftur í søguna.
*
Ein trupulleiki í Føroyum í dag sær út til at vera, at vit standa við einum beini í tí gamla samfelagnum og hinum í tí seinmodernaða vitanarsamfelagnum. Harvið er ikki sagt, at alt gamalt skal blakast av vegnum, sum um talan var um deyðar leivdir av eini farnari tíð. Tvørturímóti er tað kanska okkara størsta styrki, at vit ikki hava mist sambandið við søguna. Tað er ein týðandi partur av tí føroyska samleikan-um.
Trupulleikin er heldur tann, at vit gjarna vilja vera framkomin demokratisk tjóð við øllum nútímans hentleikum, samstundis sum vit ræðast vandar og rák uttan úr heimi. Til dømis arbeiða nógvir útlendingar á føroyskum virkjum: Hvussu ofta verða hesi nevnd í samfelagskjakinum her heima? Tá ið sjónvarpsrásin hjá Føroya Tele fyri stuttum varð stovnað, tosaðu fólk um pornografiskt tilfar, ið sæst á nøkrum útlendskum sjónvarpsrásum. Tað er frálíkt, at vit fingu eitt kjak um evnið og at Løgtingið tók tað upp. Men pornografiskir filmar hava verið í Føroyum líka so leingi sum parabolirnar hava verið í landinum, so tað er í veruleikanum ikki nakað nýtt fyribrigdi.
Stórur munur er á ættarliðunum í Føroyum, og tá tey ungu einaferð taka yvir, so kann tað vera, at vit sleppa av við ørkymlandi núverandi dupultspælið, har ein letur eyguni aftur fyri øllum, ein ikki ynskir at síggja. Politiska klokkan úti í rúndina fer at lenda aftur á klettunum úti í Atlanshavi, og tey, ið eru uppvaksin aftaná kreppuárini, fara at skipa okkara samfelag. Í staðin fyri at blunda, tá ið dreyma-myndir av Føroyalandi fara í upploysn, so fara fólk vónandi at royna at finna loysnir, sum tæna øllum føroyingum. Nýggjar føroyskar loysnir í altjóðagjørdum samfelag.
*
Samfelagið er í dag merkt av óvissu um framtíðina. Moderni-teturin hevur fingið nýtt skap, og politikkurin flýtur á óstøðugum bylgjum. Tá ið lokalsamfelagið verður ávirkað av óstýrandi globalum rákum so er tað ógvuliga ræðandi fyri nógv fólk. Hvussu ávirkar alt tað nýggja og fremmanda okkara samleika? Og kenslan av at missa stýringina yvir sínum egna umhvørvi kann elva til ræðslu fyri øllum fremmandum:

"Rädslan för främlingar, stamstrider och exklusionspolitik har sitt ursprung i den pågående polariseringen av frihet och trygghet. Det beror på att denna polariserin för stora grupper av människor leder till en växande vanmakt och otrygghet som i praktiken förhindrar vad den nya individualismen hyllar i teorin och lovar, men inte formår, att levera: självkonstitueringens och självhävdelsens genuina och radikala frihet". (svensk týðing, Bauman 2001: 119)

Aftaná búskaparkreppuna fyrst í 1990´unum broyttist nógv í føroyskum politikki, men tann veruliga uppgerðin er ongantíð kom-in og kemur neyvan heldur. Tó eru nógv bjørt framstig at hóma. Tey, sum hava sitið í leiðandi størvum og roynt at hildið yngru kreftirnar úti, vikna nú og noyðast at laga seg til tær nýggju tíðirnar. Nýggj ættarlið koma til, og tað er sum eitt frískt lot kemur inn í stirnaða sjúka skipan, har útbúgving og førleiki stongdu hurðarnar, heldur enn at lata tær upp fyri tær.