Tað er ongantíð so neyðugt sum júst nú, at hava stórt fokus á námsfrøðini og umstøðunum kring hana.
Námsfrøðin er besta boðið uppá nógvar av avbjóðingunum, sum eru á barna- og ungdómsøkinum í dag.
Tí má hon raðfestast!
Tað havi eg sum landsstýrismaður eisini gjørt, og tað eri eg glaður fyri.
Til tess at fáa hetta at virka í praksis, er eisini neyðugt at hava fólk við námsfrøðiligari bakgrund staðsett í ráðnum. Tað er gjørt. Og á undirliggjandi stovnum; tað fer at henda í nærmastu framtíð. Á fíggjarlógini raðfesti eg, at ein menningareind/faklig ráðgeving skal gerast til alt tað námsrøðiliga økið. Hon verður nú staðsett á Námi.
Hetta og annað arbeiði innan námsfrøðina, so sum Barnaverkætlanin og Barnalógin, má sleppa at halda áfram. Tí bjóði eg meg fram aftur til løgtingsvalið 26. mars.
Djóni Nolsøe Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin











