Framhaldsdeild í Sankta Frans

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

 

Fyri summarfrítíðina fer Tórshavnar býráð at viðgera spurningin, um ein skipan kann gerast fyri 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla. Spurningurin hevur verið upp í fleiri ár, meðan bygnaðarbroytingar hava verið fyri, men skúlin hevur ongantíð fingið undirtøku fyri sínum uppskoti.

 

Skúlin hevur áhaldandi gjørt vart við seg, og tá onki spurdist burtur úr ymsum royndum, tók ein foreldrabólkur málið í sínar hendur. Hetta varð gjørt við grundarlag í eini kanning millum foreldur, sum segði, at av teimum 70 prosentum av foreldrunum við Sankta Frans, sum svaraðu, ynskja 98 prosent framhaldsdeildina.

 

Drúgvt orðaskifti var í eini nærum fullsettari fimleikarhøll týskvøldið. Foreldrabólkurin hevði boðið til pallborðsfund um spurningin. Skúlastjórin og oddakvinnan fyri foreldrabólkinum løgdu fyri, og býráðslimir vórðu bodnir til pallborðs.

 

Hugsanirnar vóru ójavnar, men í høllini var lítil ivi um, hvat hugurin hjá foreldrum og lærarum við Sankta Frans skúla stendur til. Sjónarmiðini vóru so mikið greið, at fundurin endaði við einum lyfti um, at býráðið tekur spurningin um framhaldsdeild í Sankta Frans til viðgerðar fyri summarfrítíðina.

 

Sjálvur førdi eg fram tað sjónarmið, at tað er ein sympatiskur tanki at fáa framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Hetta er ikki nakar lítil skúli, og hann kann lagast til framhaldsdeild eisini. Haldi, at tað hevur týdning at fáa framhaldsdeild í hendan einasta skúlan í einum miðbýi, sum fyrr uddi í børnum, men nú er nærum tømdur fyri børn.

 

Vit hava bæði smærri og størri skúlar. Eitt gjøgnumgangandi sjónarmið á fundinum var, at smáir skúlar kunnu vera meira gagnligir fyri summi børn enn ov stórir skúlar.