Framherji hevði 81 milliónir í avlopi

2020 var eitt gott ár hjá reiðaríðnum Sp/F Framherja, sum hevði eitt av sínum bestu úrslitum nakrantíð

 

Avlopið var 81 milliónir krónur. Nettosølan var 300 milliónir krónur, og starvsfólkakostnaðurin var 76,6 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn skatt var 95,8 milliónir krónur, sum eftir at skatturin upp á 14,9 milliónir er goldin, gevur eitt úrslit upp á 81 milliónir krónur.

Høvuðsvirksemið hjá konsernini Sp/F Framherja er fiskiskapur.

Felagið eigur og rekur tvey uppsjóvarskip, eitt verksmiðjuskip og trý línuskip. Uppsjóvarskipini eru Fagraberg og Høgaberg, sum fiska pelagisk fiskasløg. Akraberg er eitt verksmiðjuskip og fiskar fyri tað mesta tosk í Barentshavinum. Harafturat eigur felagið línuskipð Skørin og frystilínuskipini Stapin og Jógvan I.

Felagið eigur saman við øðrum fiskavirkini P/F Faroe Origin og P/F Pelagos, ið virkar uppsjóvarfisk. Umframt hetta eigur felagið onnur partabrøv.

Ársins nettosøla hjá konsernini er 514 milliónir krónur ímóti 516 árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 85 milliónir krónur ímóti 71 milliónir árið fyri, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.

Tøki peningurin er í 2020 hækkaður við 19,8 milliónum krónum frá 70,2 milliónum til 90 milliónir.

##med3##

Ársins nettosøla hjá móðurfelagnum er 300 milliónir krónur í mun til 278 árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 81 milliónir krónur í mun til 63,6 árið fyri. Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.

Tøki peningurin er í 2020 øktur við 7,7 milliónum frá 43,3 til 50 milliónir krónur.

Um hugt verður eftir úrslitinum áðrenn skatt og avgjlød, so kann hetta sundurgreinast, sum víst niðanfyri:

##med2##

Felagið skrivar víðari í ársfrágreiðingini, at sølan hjá felagnum er í stóran mun ávirkað av gongdini í altjóða búskapinum og serliga evropiska búskapinum. Eisini hevur tað avgerandi týdning fyri raksturin, hvørjar kvotur og loyvi verða tillutað felagnum. Rentustøðið og valtuakursir hava eisini týdning fyri felagið.

Felagið metir, at útlit eru fyri lønandi rakstri í framtíðini, og felagið leggur stóran dent á at betra um lønsemið. Oljuprísurin, gjaldoyra og fiskaprísir hava stóran týdning fyri úrslitið hjá felagnum. Stóra óvissan í sambandi við Covid-19 og óvissan um, hvussu leingi støðan fer at vara, ger at tað er sera trupult á einum nøktandi grundarlag at meta um fíggjarligu avleiðingarnarn av Covid-19. Manglandi strandalandaavtalur og harav vantandi MSC-góðkenningar koma at hava negativa ávirkan á fiskaprísir í 2021, sigur leiðslan í felagnum, sum metir, at úrslitið fyri komandi ár verður lægri enn í 2020.

Stjóri í Sp/F Framherja er Anfinnur Olsen.

Í nevndini sita:

Elsiabeth F. Eldevig Olsen, nevndarforkvinna, Bjrn á Heygum og Árni Absalonsen, nevndarlimir.

##med4##