Framløgan hjá Helga Winther Olsen í kvøld er avlýst

Tað skrivar Fróðskaparsetrið nú.

– Ólag á flogferðsluni til Íslands hevur við sær, at framløgan hjá Helga Winther Olsen í Hørpu í kvøld er avlýst.

 

Soleiðis skrivar Fróðskaparsetrið í fráboðan til miðlarnar í kvøld.

 

– Ein uggi er tó. Helgi Winther Olsen skal hava framløgu í Føroyum leygardagin klokkan 14:30 á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum hjá norðurlendsku svimjisambondunum. Tann framløgan eitur "The role and potential of schools in promoting Aquatic Literacy, offering a local perspective from the Faroe Islands."

 

– Ráðstevnan, sum eitur "Lær at svimja", byrjar í morgin 18. oktober og heldur fram til 20. oktober. Bára Berghamar Danielsen, sum eisini arbeiðir á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, stendur somuleiðis á skránni við framløguni "Aquatic Education for School Children: An Educational Expert Statement from the Nordic Consortium".


Lesið meira um ráðstevnuna hjá svimjisambondunum her: https://ssf.fo/learn2swim/