Framsýning

Mikudagin letur Pauli Vang upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Mikudagin klokkan 15 letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Pauli Vang, ið sýnir fram málningar. Mest eru tað landslagsmyndir, ið Pauli málar.

Opið er frá mikudegnum 1/3 til sunnudagin 6/3 2000.

Mikudag til fríggjadag er opið frá 15 til 19. Leygardagin er opið frá 14 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 18.