Framsýning við kendum listafólkum

Framsýningin í Listaglugganum er opin ólavsøkudagarnar klokkan 17-22 og eftir ólavsøku í vanligari upplætingartíð.

 

Listaframsýning er byrjað í Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøtu 15 í Havn. Á søluframsýningini eru umleið 50 verk.

 

Hetta eru verk eftir Torbirna Olsen, Zacharias Heinesen, Trónd Patursson, Steffan Danielsen, Ingálv av Reyni, Finnleif Mortensen, Eyðun av Reyni, Kára Svensson og Andreas Andreassen.

 

Framsýningin er opin ólavsøkudagarnar klokkan 17-22 og eftir ólavsøku í vanligari upplætingartíð hjá Listaglugganum.

 

Í Listaglugganum eru fegin um at hava eina so breiða umboðan av viðurkendum listafólkum.