Framt herverk á Bátastevnuni

Tveir bilar vóru nakað illa farnir í morgun, tá ið eigararnir komu til teir aftur. Bilarnir høvdu staðið í Vestmanna, og sum flestum kunnugt var Vestmanna karmur um Bátastevnu um vikuskifti. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey í dag hava fingið fráboðan um, at serliga ein bilur var illa farin. Har hevði onkur skøvað djúpar skøvur inn í bilin við onkrum hvøssum, smurt feitt á bakrútin og á lyktirnar framman, og brotið gittaran frammanfyri.  

 

 

Á bilinum, sum stóð undir liðini á hesum, var eitt spegl brotið. Vakthavandi sigur, at tey hava skrivað sær málið niður, men orsaka av, at tað vóru so nógv fólk á Bátastevnuni í gjár, so er vónleyst at finna fram til, hvør hevur gjørt hetta, uttan so at onkur vitni eru.