Loysnin við Fiskavirking var ein sokallað kreppuloysn. Tíðin hevur broytt viðurskiftini síðani tá munandi. Tann parturin av vinnuni, ið ikki gjørdist partur av kreppuloysnini, fann nýggjar leiðir.
Nýggj framleiðslu- og søluvirki sóu dagsins ljós, og felags fyri flest øll hesi privatu virki er, at tey eru grundað á privatan íløgupening, har møguligt tap bert kann tengjast at eigarunum.
Nevndin fyri Framtaksgrunnin hevur mangan staðið fyri skotum, har einamest hevur verið tosað um vantandi dirvi og førleika til at fremja í virki eina einskiljing av gjørdum íløgum, so sum ætlanin hjá Framtaksgrunninum var.
Fyri stuttum kom nevndin í Framtaksgrunninum við einum útspæli, har fyrsta stig á leiðini er at velja eina felags nevnd fyri báðar tær stóru fyritøkurnar, soleiðis at henda kann fara undir eitt miðvíst arbeiðið at samansjóða virksemið, ella á annan hátt fáa almenna peningin inn aftur í grunnin, at nýta til endamálið: nýggjar vinnur.
Fyri tey, ið hava fylgt virkseminum hjá ávikavist Fiskavirking og Fiskasøluni farnu árini, er hetta at frøast um, tí vit hava sæð tvinnar almennar fyritøkur, ið hava virkað í kapping við hvørja aðra. Stóri taparin í hesum spælinum er almenni íleggjarin og tey smáu, privatu framleiðsluvirkini.
Allar fyritøkur hava farnu árini verið í beinleiðis kapping um rávøruna. Prísurin á rávøruni, ið keypt verður á uppboðssøluni, er øktur so mikið nógv, at privatar framleiðslufyritøkur hava trupult at fylgja við, tí hesar ikki arbeiða við somu karmum, sum almennu fyritøkurnar gera. Partur av hesi rávøru er fluttur ótilvirkaður av landinum og var hetta neyvan við í ætlanunum, tá kreppuloysnin varð sett í verk.
Gamaní skal leggjast afturat, at fiskimaðurin hevur fingið meira í sín part og er tað at frøast um, og somuleiðis hava skipini gingið rímuliga væl.
Úrslitið av hesum er, at avkastið hjá hesum báðum fyritøkum, bæði í mun til umsetning og eginpening, er so lutfalsliga vánaligt, at Framtaksgrunnurin ikki hevur sett seg føran fyri at einskilja fyritøkurnar aftur.
Fyri stuttum kom ein nevnd, sett av Føroya Lands stýri, við einum áliti um hvørjar almennar fyritøku, við mettum fyrimunum, kunnu einskiljast. Ovast á listanum standa »sjálvsagt« Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasøla.
Eg havi alla tíðina verið av teirri sannføring, at politiski myndugleikin kann seta út í kortið, hvønn veg vinnulívið skal fara, ikki neyðturviliga áseta, hvussu hetta neyvt skal gerast. Er tað so, at landsstýrismaðurin við vinnumálum vil leggja allar detailætlanirnar fyri vinnulívið sjálvur, so er ikki neyðugt at hava nevndir og leiðslur í fyritøkunum.
Men hesa hugsan hevur tann borgarligi vinnumálaráðharrin kanska ikki? Og ilt er at síggja, hvørji serlig politisk fyrilit skulu vera uppi í hesum málinum, sum landsstýrismaðurin skal taka?
Í farnu viku var landsstýrismaðurin í vinnumálum frammi í Útvarpi Føroya, har hann gav til kennar, at hann var ímóti ætlanunum hjá nevndini í Framtaksgrunninum. Ein nevnd, ið vinnumálastýrið sjálvt hevur sett og sum tað vónandi eisini hevur sett sítt álit á.
Grundgevingarnar hjá landsstýrismannininum vóru tvinnar. Onnur var, at talan er um aðrar fyritøkur í Føroyum, ið selja sínar vørur ígjøgnum Føroya Fiskasølu, og hin at væntast kann at fleiri av hesum fyritøkum kunnu koma í likviditetstrupulleikar?
Vanligt hevur verið, at tær fyritøkur, ið ikki tillaga seg nýggjar og broyttar umstøður, enda fyritakssemi sítt, og er tað ein natúrligur partur av vinnuligum hugsjónum.
Eins og gjørt varð fyrst í nítiárunum, koma hesar fyritøkur uttan iva at finna nýggjar leiðir, um tær framhaldandi ikki kunnu samantvinna við annaðhvørt Fiskavirking ella Fiskasøluna. Tær velja møguliga at samvinna við onkra av verandi sølufyritøkunum, ella stovnseta egið sølulið til tess at umseta egna framleiðslu.
Hin grundgevingin, at fyritøkur kunnu fáa likviditetstrupulleikar, er ein trupulleiki, sum hvør fyritøka sær eigur at taka upp við egnan fíggingarstovn. Tað kann ikki vera rætt í einum framkomnum samfelag, at sølufyritøkurnar skulu virka sum fíggingarstovnar.
Eg vildi mett og vóni, at peningastovnsfólk eru betur egnað til at meta um likviditet, kreditvirði og annars fíggjarviðurskifti, enn tey fólk, ið starvast í søluliðnum. Er tað ikki so, kann hugsast, at sølufólkini í Føroyum nýta ov nógva orku til hesi viðurskifti, ístaðin til tað arbeiði, tey eru best til.
Eftir stendur so spurningurin, hví landsstýrismaðurin er ímóti nýggja leistinum hjá Framtaksgrunninum. Er talan um veruliga umsorgan fyri einstøku privatu framleiðsluvirkjunum, ella liggur onnur dagsskrá fjald aftan fyri útsagnirnar?
Hugsast kann, at gomlu »vinnulívsmenn« okkara fegnir vildu sloppið upp í part aftur, nú framleiðsluvirkini hjá Fiskavirking eru niðurskrivað og sostatt bíligari at reka samanborið við tíðina innan Fiskavirking gjørdist veruleiki.
Uttan mun til hvat hendir í næstum, er tað hugstoytt at upplivað, at hægsta vinnulívsumboð okkara ikki leggur seg eftir at skapa karmarnar og síðan letur vinnuna sjálva finna leiðir innan hesar karmar, tí politikarar skulu ikki reka vinnulívið.
Talan er her um veruligt brot á vinnulívshugsjónina (liberalismuna), og verður nú í størri mun at samanlíkna við planbúskap. Spurningurin er um hugsjónin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum er gagnlig fyri føroyska samfelagið í framtíðini, ella bert gagnlig fyri einstakar vinnulívsmenn?
Ella hevur Fólkaflokkurin slept liberalismuni til fyrimuns fyri planbúskap í høvuðsvinnu okkara? Tað er lítið høpi í at einskilja almennar uppgávur sum t.d. ferðafólkaflutning, meðan fiskaframleiðsla og fiskasøla skulu vera almenn og stýrd av politikara!
Her er okkurt, sum vit vanlig fólk ikki skilja, tí má okkurt vera fjalt fyri almenninginum, men tað kanska Vinnumálastýrið fer at greiða okkum nærri frá.