Hetta eru góðir dagar hjá listaáhugaðum føroyingum. Vit hava júst vunnið norðurlandavirðislønir fyri bæði film og bókmentir og nú tykist ferð koma á útgávustreymin fram til jóla og til bókadagar. Tá eg hósdagin tók saman um og rósti nýggja bókabragdinum hjá Trygva Danielsen, ynskti eg í allari friðaligheit, at hansara hey:) var eitt yrkingasavn og ikki ein balstýrin skaldsøga uttan síðutøl. Mann skal sum kunnugt ansa eftir hvat mann ynskir sær og longu dagin eftir lá eitt nýtt yrkingasavn í postboksini, tað nýggjasta hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger við 54 yrkingum, ið eru stuttar, tættar, týdningarmiklar, fleirræddaðar og ymiskar. Tær, sum eru lættast hjá mær at skilja, eru lýsingar av myndlistaverkum, meðan tær mest ítøkiligu og at síggja til einføldu yrkingarnar tykjast enigmatiskar, t.d. fantastiska yrkingin um nalvan “...foldaði vevnað um eina hending/ sum ikki kundi gerast um”.
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen millum annað í ummæli av yrkingasavninum BÓK.
Tað byrjar við tilvitinum og eini hóming av samanhangi millum slektina og okkum. Meðan tað ikki er lætt at finna út av hvør “eg” er, kann kroppurin granskast og hann fyllir nógv í savninum og verður viðgjørdur bæði skrásetandi og njótandi. Tann lítla SEX- suitan í savninum við átta yrkingum um kyn og kropp er nakað av tí vakrasta, eg havi lisið á føroyskum um evnið: “ein hondheit høvd/ ein núgva av feitti/ sum gav seg undan/ tá onkur trýsti varliga har...” (s.46 BÓK)
Alt ummælið kann lesast her: Tilveran hevði jú eitt absolutt tal av døgum... — Listaportal











