Framúrskarandi møguleiki

At ringja heim fyri at frætta tíðindir gevur sjáldan nakað serligt úrslit. Føroyingar halda ikki, at tað sum hendir í gerandisdegnum er nakað at fortelja fólki, sum byr í útlendskum stórbýum.

 

Jógvan Hugo Gardar


Úr Oslo: Hvussu stendur til heima? Fært tú nøkur bløð sendandi? Tosar tú oftani heim?

Hetta er ein spurningur, eg fái javnan, og sum allir føroyingar í útisetu fáa.

Eg svari sjálvandi, at eg fái bløðini, og at eg tosaði við bróður í farnu viku, men har hendir einki av tydningi heima.

Tá ein so kemur heim til Føroyar í summarfrí ella jólafrí, so fær ein søgurnar.

? Hevur tú ikki hoyrt tað. Jú, jú hann smildraði bilin sundur, ella jú, jú hjá teimum gongur stak væl nú.

Mær hevur altíð dámt at fáa tíðindi heiman úr Føroyum, men tá ein tosar við vinir og kenningar, so er sjáldan nakað at tosa um. Í bløðunum stendur nakað, men tey eru ikki fesk tá tey koma til Oslo tveir-tríggjar dagar eftir at fólk heima hava lisið blaðið.

Vit fáa ikki tær smáu gerandissøgurnar, tá vit tosa heim, men tað eru júst hesar smáu hendingarnar, sum gera, at vit kunnu fylgja við í tí, sum hendir. Tá føroyingar vera skuldsettir fyri at eiga hentleikatrolarar, so er tað ikki nakað sum hendir brádliga. Í Føroyum hava tey, sum fylgja við í fiskivinnuni, tosað um hetta fyribrigdið í longri tíð, áðrenn tað kemur fram sum ein gøla í norskum bløðum. Tað er heldur ikki so, at frá tí at føroyingar fóru at fyrireika oljulóggávuna og fram til møguligir oljubankar vera funnir, so hendir einki í málinum. Heima í Føroyum fáa tit hvønn einasta dag smáar søgur um gamlar trolarar, sum verða seldir til Surinam, ella um oljusefrøðingar úr Noregi, sum vitja.

Hesar smáu gerandissøgurnar geva teimum, sum fylgja við í føroysku fjølmiðlunum eina heildarmynd.

Ein heildarmynd, sum eg ikki havi møguleika til at skapa mær, meðan eg siti í Oslo og fylgið við í tí norska gerandisdegnum.


Broyting í heyst

Trupulleikin hjá okkum útisetum er ikki, at vit ikki fáa tíðindir, men at tey ofta eru so gomul, at nógv er hent í málinum bara teir dagarnar frá blaðið varð prentað, til vit síggja tað. Og ikki at gloyma, vit fáa sum oftast bert brot at vita. Heildin er sjáldan møgulig at hugsa sær.

Sum áhugaður í fótbólti, so royni eg at fylgja við í 1. deild heima. Higartil hevur tað verið eitt forsinkað upplivilsi. Líka frá dystirnir verða spældir sunnudag og fram til hósdag ella fríggjadag tá týsdags-Sosialurin endiliga er í postkassanum, má eg ganga og bíða eftir úrslitinum. Spennandi er at vera til dystin teir knøppu tveir tímarnar seinnapart sunnudag, men hugsi tykkum at noyðast at ganga við spenningi í búkinum í fýra dagar.

Men nú er endiliga ein broyting komin í. Síðani tíðliga í heyst havi eg havt møguleikan til at fáa øll tíðindi á internetinum.

Nú havi eg møguleikan at fara inn á Internet-Sosialin og fáa eitt gott innlit í, hvat fer fram í Føroyum í hesi løtu. Eg kann sjálvandi eisini hyggja eftir, hvat Dimma hevur at bjóða á síni avmarkaðu heimasíðu.

Fyri meg hevur hendan atgongdin givið mær møguleikan til at fylgja við í gerandisdegnum heima gjøgnum tíðindini, sum verða borin um Internetið. Ein annar fyrimunur við internetinum er, at tá eg næstu fer tosi við onkran heima, so hava vit sæð somu tíðindir og lættari er at tosa um viðkomandi mál.


Roca-Gil og undirsjóvartunnilin

Internetið gevur okkum ein serligan møguleika til at samanbera tað, sum hendir har vit eru stødd við tað, sum hendir aðrastaðni. Eitt gott dømi um hvussu skjótt tíðindir í dag berast, eru dálkingargølurnar í Romeriksporten í Noregi o Hallandsåstunnelen í Svøríki.

Í báðum førum brúktu teir sum arbeiddu í hesum bergholum tað franska evni Roca-Gil. Fyrst komu søgurnar úr Svøríki um arbeiðsfólk og eisini húsarhald, sum vóru eitrað av einum evni, sum bleiv brúkt í bergholserbeiðinum. Um somu tíð gingu søgurnar um eina álvarsliga umhvørvisgølu eystanfyri Oslo. Fleiri vøtn í økinum vóru við at hvørva. Orsøkin var bergholsarbeiði í Romeriksporten. Við internetinum sum amboð vóru tað fleiri sum spurdu seg sjálvan, um ikki teir sum arbeiddu í Romeriksporten eisini brúktu okkurt evni, sum skuldi bøta um lekarnar frá í bergholinum.

Jú, mín sann um teir ikki brúktu Roca-Gil. Brádliga høvdu vit tvær dálkingargølur samstundis. Samanberingin millum tær tvær gølurnar høvdu ikki komi líka skjótt um ikki tíðindastreymurin var um internetið. Í fyrstu atløgu høvdu norsk bløð einans skrivað um umhvørvisgøluna og vøtnini sum hvurvu. Í Svøríki vildi áhugin fyri eitrinum verið størstur.

Hugsið tykkum um vit í løtuni boraðu undir Vestmannasund. Tá vildi Roca-Gil beinanvegin gjørst eitt evni í Føroyum eisini.


Óført tiltak

Tiltakið hjá Sosialinum er óført og er til stóra hjálp hjá forvitnum føroyskum útisetum. Fyri føroyingar í Føroyum vil hetta tiltak eisini vera við til at gera tann prentaða Sosialin betri, tí blaðið fær lættari atgongd til tilfar.