Framvegis nógvur vindur

Óstøðuga veðrið seinastu dagarnar heldur áfram, tó at onkrir dagar vera betri enn aðrir, boðar danska veðurstovan DMI frá.

Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum viknar nakað. Eitt lágtrýst vestan fyri Ísland flytir seg skjótt í ein eystan og dýpist. Leygardagin og týsdagin koma væntandi brúgvaløg við regni framvið Føroyum av útsynningi.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, seinnapartin í støðum upp í 18 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men í støðum eisini sól. Hitin millum 10 og 13 stig. Hósnáttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og kanska regn eina løtu. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul og snarar í ein útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og møguleiki fyri sól og hitin um 10 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og út á náttina kanska regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, sum snarar í ein vestan, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í lot til andøvsgul og snarar í ein sunnan, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og kanska regn av og á. Hitin um 10 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið, um náttina í støðum upp í 18 metrar um sekundið. Turt og kanska sól. Hitin um 10 stig.

 

Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin um 10