Frankaríki hevur í dag boðsent sendiharranum hjá Kina til eina átalu fyri »ikki góðtakandi« háðanir og hóttanir ímóti fronskum tingfólkum og einum granskara.
Samstundis setti Frankaríki fram sítt mótmæl ímóti avgerðini hjá Kina at seta tiltøk í verk ímóti ávísum ES embætisfólkum.
Franska uttanríksiráðið finst at kinesiska sendiharranum í París, Lu Shaye, fyri millum annað fráboðanir og tweets á sosiala miðlinum Twitter frá Kina.
Kinesiska Sendistovan ávaraði í síðstu viku fronsk tingfólk ímóti at halda fundir við politikarar í Taiwan, tá tey um stutta tíð skulu vitja landið.
Síðani tá hevur Kina verið í einum longri orðastríði á Twitter við Antoine Bondaz, ein Kina-serfrøðingur í París, sum er knýttur at hugsunardeplinum fyri Strategiskt Reasearch.
Kina hevur millum annað kallað hann »eina øra hýenu«.
– Tað er ein tóni, sum vit ikki kunnu góðtaka, og sum fer um mark, sigur talsmaður fyri franska uttanríkisráðið.
– Lu forðar betri sambondum millum Kina og Frankaríki, sigur talsmaðurin.
Limalondini í ES gjørdu á einum uttanríkisráðharrafundi í gjár av at seta tiltøk í verk ímóti Kina fyri brot á mannarættindini.
Tað vóru fyrstu nýggju tiltøkini frá ES mótvegis Kina í fleiri enn 30 ár. Síðstu tiltøkini vóru vápnaforboðini eftir at Kina legði upp í mótmælini á Himmalfriðartorginum í 1989.
Hesa ferð snúgva tiltøkini seg um kúganina av muslimska minnilutanum uighuriarnar í landspartinum Xinjiang.
Fýra kinesarar og ein felagsskapur eru skrivað á listan við tiltøkum vegna kúgan av minnilutanum. Teir hava eitt nú fingið innferðarborboð til ES.
Sambært mannarættindafelagsskapum hevur Kina sent upp ímóti eini millión uighuriar í enduruppdragingarlegur.
/ritzau/Reuters