Lógin gevur fólki møguleika at fáa eitt deyðiligt evni, um ávísar treytir eru loknar. Persónurin kann sjálvur taka evnið, men um hann ikki er førur fyri tí, kann ein lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur geva tað.
Tað er bert galdandi fyri vaksin fólk, sum eru franskir ríkisborgarar ella búgva í Fraklandi, og sum hava álvarsama, ólekiliga og deyðiliga sjúku. Eisini skal talan vera um støðuga likamliga og sálarliga pínu, og persónurin skal sjálvur kunna staðfesta, at talan er um eitt frítt og vælupplýst val.
Málið hevur skapt stóra ósemju í Fraklandi. Talsfólk fyri lógaruppskotinum siga, at tað gevur fólki størri ræði á egnu lívsenda, meðan mótstøðufólk óttast, at veikir bólkar kunnu koma undir trýst.
Í atkvøðugreiðsluni vóru 291 fyri og 241 ímóti.
Áðrenn lógin kann koma í gildi, skal franska grundlógarráðið taka støðu til hana.











