Málið er reist av einum foreldri, sum helt, at barnið hevði tørv á fleiri stuðulstímum enn teir 15 tímarnar, sum kommunan játtaði, hóast frítíðarskúlin hevði mælt til stuðul allar teir 28 tímarnar, barnið var í frítíðarskúlanum hvørja viku.
Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at mannagongdin hjá kommununi er ov stív og tekur ov lítið hædd fyri einstøku støðuni hjá barninum. Hann mælir tí Tórshavnar kommunu til at broyta mannagongdina, so hon verður meira smidlig og gevur rúm fyri frávikum, tá fakliga metingin vísir, at tørvurin er størri enn vegleiðandi hámarkið á 15 tímar.
Umboðsmaðurin ávarar samstundis um, at eitt fast mark á 15 tímar kann føra til, at fíggjarlig atlit koma at viga tyngri enn námsfrøðiligi tørvurin hjá barninum.
LUM viðger eisini spurningin um innlit. Her heldur umboðsmaðurin, at kommunan átti at greitt foreldrinum frá, at eingi onnur skjøl vóru til enn tað, sum longu var latið út. Hann heldur eisini, at tað hevði verið góður fyrisitingarsiður at skrivað fundarfrásøgn ella notat frá fundum, har slíkar avgerðir verða tiknar.
Umboðsmaðurin mælir harumframt kommununi til at taka neyðug atlit til ítøkiligu umstøðurnar hjá barninum, tá næsta avgerð um stuðulstímar verður tikin.











