Harvið verður Wegovy fyrsta góðkenda slankievnið í pillaraformi í Evropiska Samveldinum.
– Hetta er meira enn ein løgfrøðiligur varði. Hetta er eitt stig á leiðini móti betri og varandi heilsu hjá fólki við yvirvekt, sigur stjórin í Novo Nordisk, Mike Doustdar.
Evropeiska heilivágsstovnurin EMA mælti í mai til at góðkenna pillaran, sum nú hevur fingið endaliga góðkenning frá ES-nevndini.
Wegovy í pillaraformi er eitt alternativ til sproytuna, sum longu er góðkend í ES. Pillarin fæst bert við resept og skal takast eina ferð um dagin á fastandi maga. Hann er bert ætlaður vaksnum, meðan sproytan eisini er góðkend til sjúklingar frá 12 ára aldri.
Novo Nordisk væntar at senda pillaran á marknaðin í fleiri londum í seinna hálvári í 2026.











