Trygd heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandinum

Trygd og Badmintonsamband Føroya hava longt samstarvið, og Trygd heldur sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá badmintonítróttinum í Føroyum.

 

Samstarvið hevur til endamáls at stuðla menningini av badminton í Føroyum – bæði hjá børnum, ungum, vaksnum og úrvalsleikarum. Við stuðlinum frá Trygd fær Badmintonsambandið betri møguleikar at menna virksemið kring landið, skipa fyri kappingum og skapa góðar karmar fyri leikarar, venjarar og feløg.

 

– Stuðulin frá Trygd hevur stóran týdning fyri badminton í Føroyum. Hann ger tað møguligt hjá okkum at arbeiða miðvíst við menning, kappingum og átøkum, sum koma leikarum og feløgum til góðar. Vit eru sera takksom fyri álitið og gleða okkum til at halda fram við góða samstarvinum, sigur Sofía Olsen, aðalskrivari í BSF.

 

Badminton er ein ítróttur í vøkstri, og Badmintonsambandið arbeiðir støðugt við at styrkja grundarlagið hjá ítróttinum, bæði lokalt í feløgunum og í landsliðshøpi. Framhaldandi stuðulin frá Trygd er ein týðandi partur av hesum arbeiði.

 

– Vit eru errin av at halda fram sum høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandinum. Vit hava verið høvuðsstuðul í tvey ár, og tað hevur verið hugaligt at fylgt menningini av ítróttinum og tí stóra arbeiðinum, sum verður gjørt kring landið. Badminton er ein ítróttur, sum savnar fólk í øllum aldri og gevur børnum og ungum góðar møguleikar at mennast bæði ítróttarliga og sosialt. Vit vilja fegin vera við til at skapa tryggar og góðar karmar fyri slíkar felagsskapir í Føroyum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.