Landsnevndin í Bláa Krossi Føroya hevur sett 39 ára gamla Frants Jensen í starv, sum aðalskrivara í felagsskapinum.
Frants er útbúgvin journalistur og hevur drúgvar royndir innan fjølmiðlavirksemi.
Seinastu árini hevur hann verið blaðstjóri á Trúboðanum.
Frants hevur ymiskar leiðsluroyndir og útbúgvingar innan leiðslu. Eitt nú hevur hann eitt tíðarskeið verið virkandi aðalskrivari í Heimamissiónini, og síðan 2007 hevur hann staðið á odda fyri øllum miðlaøkinum hjá Heimamissiónini. Harumframt stendur Frants á odda fyri Ísraelsmissiónini.
Frants byrjar í starvinum hálvan august og tekur við eftir Hjalmar Hansen, sum fer í starv sum deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali.