Postfelagið kevur í minsta lagi at fáa fýra vikur til at viðgera og gera møguligar viðmerkingar og broytingaruppskot til uppskot landsstyrisins til nýggju rammulógina um postflutning. Landsstýrið skal samstundis vátta, at lógaruppskotið ikki verður lagt fyri tingið, fyrr enn tær fýra vikurnar eru farnar, og Postfelagið hevur havt høvi til at gera sínar viðmerkingar og møguligt broytingaruppskot.
Postfelagið kevur eisini at vera við til at gera lógaruppskot um møguliga umlegging av postverkinum, og lógaruppskotini skulu leggjast fyri løgtingið samstundis. Felagið vil eisini hava landsstýrið at vátta, at starvsrættini hjá limunum verða tryggjað.