Fíggjarmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1,1 mió. kr.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.
Hetta skrivar Fíggjarmálaráðið á fmr.fo, og har sæst meira um reglugerð, umsóknarblað og annað.











