Andrass Johansen var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Fremad Amager spældi dyst á útivølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini móti Brabrand.
Í steðginum stóð einki til hjá Fremad, tí Brabrand var á odda 2-0. Í seinna hálvleiki gekk tó munandi betri hjá Fremad. Christoffer Boateng minkaði um munin, tá ein tími var leiktur, og heilt móti dystarenda javnaði Kenneth Zohore til 2-2.
Fremad Amager er fjórðaftast í deildini við seks stigum fyri sjey dystir. Fremad hevur fimm stig upp til VSK Aarhus, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Liðið hjá Hørði H. Askham, FC Roskilde vann fríggjakvøldið 4-1 (3-1) á AB. Hørður slapp ikki á vøllin fyrrenn vanliga leiktíðin var farin.
Roskilde er fjórðfremst í deildini við 13 stigum. Thisted er fremst við 17 stigum.