Fremmand arbeiðsmegi - ja ella nei - ella?

Jóan Carl Dam,
nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag

Spurningurin, um vit skulu hava fremmanda arbeiðsmegi í Føroyum ella ikki, hevur enn eina ferð elvt til tjak millum teir ymsu partarnar, ið onkusvegna vara av arbeiðsmarknaði okkara. Og er tað áhugaverda tjakið í SvF seinasta hóskvøld um hetta evnið, ið hevur fingið meg geva íkast í orðaskiftið. Eftir mínum tykki var tað bert Ingeborg Winther, formaður í Føroya Arbeið-arafelag, sum royndi at hava eina støðu í málinum. Stjórin í Vinnuhúsinum var skilagóður, sum hann vanliga er, men alt annað líka standa áhugamál arbeiðsgevaranna honum fremst í huga. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður royndi at halda við hinum báðum og annars ikki siga nakað »skeivt«.
Taki fult undir við Ingeborg Winther, tá hon sigur, at vit eiga at tryggja okkum so væl til ber, at føroyingar sleppa at arbeiða í Føroyum. At vit tryggja okkum, at fremmand arbeiðsmegi ikki verður flutt inn í landið til arbeiðsuppgávur, sum tøk føroysk arbeiðsmegi er til. Og eri eg eisini samdur í, at tað ikki er nokk í hesum sambandi bert at vísa til ALS. Soleiðis sum landsstýrismaðurin legði upp til. Tað er nevniliga soleiðis, sum Ingeborg Winther segði, at langt frá allir arbeiðsleysir føroyingar eru skrásettir í ALS. Tá tað snýr seg um at fáa fatur á arbeiðsmegi, snýr tað seg tí um at spinna eitt net, sum fevnir um meira enn eina telefonsamrøðu niðan á ALS. Ikki skrásett arbeiðsleys, sum ikki búgva har virksemi er, eiga sanniliga eisini at fáa sín møguleika. Tað snýr seg tí um at skipa og laga alt soleiðis, at nú arbeiði er til allar hendur og kanska væl tað, at arbeiði í hvussu er er til allar føroyskar hendur. Her eiga kommunur og arbeiðarafeløg at hava sín leiklut. Alt annað líka, átti tað at verið meira sjálvsagt og betri fyri ein føroyskan arbeiðsgevara at leita eftir fólki í landinum. Hetta heldur enn at leita uttanlands eftir fólki, sum skulu virka undir serligum ? og kanska eisini undir serliga dýrum treytum.

Undir hvørjum treytum
Soleiðis sum samferðslukervið er útbygt, kunnu flest allir føroyingar ferðast millum heim og arbeiðspláss dagliga. Kemur fremmand arbeiðsmegi hendavegin, skulu so nógv onnur viðurskifti fáast upp á pláss. Líka mikið um tey fremmandu eru her í styttri ella longri tíðarbil, skulu tey hava sín lut í íbúðarmarknaðinum, sum longu er kaotiskur, tey skulu hava nakað til matna, og tey skulu eisini hava sín lut í øðrum samfelagsligum rættindum. Alt slíkt, sum arbeiðsgevarin skal gjalda meira og minni av, men sum lanskassin, orsakað av skattligum reglum, tó rindar, tá avtornar.
Tað man tó vera galdandi fyri størsta partin av fremmandu arbeiðsmegini, at hon kemur her fyri at vinna so nógv til ber eftir stuttari tíð. Her verður kanska mest hugsað um yvirtíðina, sum verður so hart skattað, at vanligi føroyingurin mest sum ikki hevur ráð til hana. Útlendingarnir eru jú komnir fyri at arbeiða, og fara teir tí avstað við stórum parti av yvirtíðararbeiðinum.


Nógv virksemi
Ein spurningur av týdningi í hesum sambandi er, um samlaða virksemið í landinum liggur á røttum støði, og um nakar er, sum avger, hvar hetta skal liggja. Vit minnast aftur í 80'ini, tá alt skuldi gerast í senn, skjótari enn skjótt. Ongin planlegging, ongin stýring. Tað kennist á mongum brøgdum, at vit eru ávegis móti støðu, sum minnir um hana í 80'unum. Tað er stórt spell. Tí tá fara vit heldur ikki at hava nakran møguleika at hava nakra meining um- og tíansheldur at ávirka spurningin um fremmanda arbeiðsmegi. Og tá so fremmandir arbeiðsgevarar eisini koma við síni fremmandu arbeiðsmegi, ja, tá fáa vit oman á at fáa eitt skattasirkus av format. Tá er stuttleiki landskassan søguligur.

Myndugleikarnir kunnu gera nógv
Lítið er at ivast í, at okkara politisku myndugleikar kunnu gera nógv fyri at bøta um støðuna. Tað snýr seg um at hava vilja at síggja tørvin hjá øllum pørtum í hesum sambandi. Politiski myndugleikin skal sjálvandi royna at slóða fyri hjá vinnuni, m.a. við góðum og neyðugum kørmum. Hetta má tó ikki gerast soleiðis, at fólkið og landskassin gjalda prísin. Hetta hendi í 80'unum, hetta má ikki henda ídag.
Myndugleikarnir skulu tí stremba eftir, at arbeiði í Føroyum fyrst og fremst er til føroyingar. At tað loysir seg hjá føroyingum at arbeiða t.d. yvirtíð. At samlaða virksemið verður bæði planlagt og stýrt soleiðis, at arbeiði verður til allar føroyskar hendur í allari framtíð.
Hinvegin fari eg at geva Ingeborg Winther so púra rætt í, at kemur fremmand arbeiðsmegi hendavegin, skal hon verða væl móttikin og ikki minni væl viðfarin.