Fyrrapartin er ikki hent tað stóra í samgongusamráðingunum á Gamla Apoteki.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur brúkt fyrrapartin til at tosa við smáu flokkarnar, eftir at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin sótu saman út á kvøldið í gjár.
Sum skilst vilja smáu flokkarnir hava somu viðferð sum Fólkaflokkurin, og løgmaður sigur, at ætlanin framvegis er at hava allar tríggjar smáu flokkarnar við í eina borgarliga samgongu.
Hóast fólk lata væl at samráðingunum í gjárkvøldið, var bert tosað yvirorðnað um málini.
Seinnapartin í dag verða so aftur samráðingar millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin á Gamla Apoteki.