Seinni bleiv lógin broytt, og hesi 95% blivur tikin burtur úr lógini, samhaldsfasti hevði jú ikki nógvar heilhjartagar vinir tá. Fyri at stytta munandi um søguligu gongdina kann sigast, at seinastu fýra árini hækkaði inngjaldið til samhaldsfasta munandi, men útgjaldið til pensionsinarnir hækkaði mistonkiliga lítið í mun til inngjaldið.
Tveir teir síðstu roknskapirnir vísa nú týðuliga, at %parturin av útgjaldinum er minkaður munandi. Sum eg skilji støðuna, so er útgjaldið í 2007 komið heilt niður á 62% av inngjaldinum.
Eftir øllum at døma hevur nevndin í samhaldsfasta sæð tað sum sína fornemmastu uppgávu ikki at gjalda út til pensionistar, heldur at samla upp pengar til rímiliga vælbjargaðar pensionistar í 2035, og sostætt hevur grunnurin nú oman fyri 500 milliónir krónur innistandandi, altso ein ½ milliard krónur er í allari friðarligheit samlað upp til at leggja upp fyri hesi eldrabylgjuni, sum ymiskir frøðingar spáa skal koma aftan á 2035.
Uppgerðin 1. januar 2007 vísir, at talið av pensionistun var 5.781, 1 ár seinni 1. januar 2008 er talið 5895, hesi hava fingið útgoldið 130 milliónir krónur, meðan grunnurin hevur eftirhildið áleið 90-95 milliónir krónur.
1. januar var útgjaldið 2.230 kr., tað er eingin ivi um, at tað lættliga kundi farið upp á 3.000 kr. og álíkavæl kundi grunnurin lagt milliónaupphæddir til góðar, bara rentuvinningi av tí ½ milliardini er jú ein munandi milliónaupphædd alt eftir, hvussu peningurin verður umsitin.
Sostatt skuldi ein einstakur pensionistur lættliga fingið góðar 700 kr. og eini hjún 1500 kr. meira um mánaðin.
Havi nakrar ferðir ígjøgnum tað síðsta árið gjørt vart við hetta í politisku skipanini og í pressuni, men tað tykist ikki sum um at nakar er samdur við mær í hesi áskoðan, eftir øllum at døma er stór semja um, at núverandi og komandi pensionistar sum einans hava pensiónina at líta á skulu framhaldandi gjalda í ein pengatanga til teir rímiliga vælbjargaðu pensionistar sum koma í skipanina aftaná 2035.